Okkum tørvar framhaldandi arbeiðsmegi – serliga handverkarar

26. mai. 2015 | Áskoðan

Størri eftirspurningur eftir tænastum og veitingum frá vinnufyritøkum hevur við sær kærkomnan vøkstur í vinnuni. Vandi er tó fyri, at vøksturin verður avmarkaður av tí veruleika, at vinnan mangan hevur trupult at fáa røttu arbeiðsmegina. Framhaldandi er serliga stórt trýst á at fáa neyðugu arbeiðsmegina innan handverksvinnuna. Hetta er ein støða, sum framhaldandi eigur at verða tikin í størsta álvara.

Vinnan má hava atgongd til arbeiðsmegi

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at atgongdin til útlendska arbeiðsmegi kann skipast enn betur. Fyritøkur eiga altíð at fáa fatur á arbeiðsmegi, og tað eigur ongantíð at vera ein forðing fyri at virka í Føroyum at mangla starvsfólk.

Í 2014 varð markið fyri, nær byggivinnan kann innflyta útlendska arbeiðsmegi, broytt soleiðis, at um arbeiðsloysið er minni enn 6 %, kunnu fyritøkur í byggivinnuni seta arbeiðsmegi úr ES í starv eftir lagaligari umsitingarligum mannagongdum enn annars. Nú arbeiðsloysið er niðanfyri 3,5 % er handa skipan galdandi fyri allan arbeiðsmarknaðin.

Hetta er eitt stig á rættari leið. Lagaliga mannagongdin hevur við sær, at treytirnar, sum vinnan virkar undir, eru nakað betri. Hetta er tó ikki nóg mikið til at halda, at alt er í fínasta lagi. So skjótt arbeiðsloysi er omanfyri 3,5 % (6 % fyri byggivinnuna) verður aftur næstan ógjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin. Harafturat er skipanin bert galdandi fyri ES-borgarar, og tað kann í fleiri førum vera ein avmarking.

Støðan innan el-yrkið er eitt greitt dømi um, at tað skulu meira enn hesar tillagingar til. At fáa fatur á ES arbeiðsmegi loysir ikki trupulleikan hjá el-fyritøkunum. Hetta tí, at talan er um sera ymiskar arbeiðsdeilir og mannagongdir innan fakið frá landi til land. Tað gerst tí trupult hjá útlendingi at gera eitt arbeiði, um viðkomandi ikki kennir deilir o.a., sum verða brúkt í Føroyum. Hóast norski arbeiðsmarknaðurin í løtuni er nakað minni attraktivur enn fyrr, so er framhaldandi tungt at kappast við grannalandið fyri eystan, har skatturin er so mikið lægri.

Fyrimunur at arbeiða í Føroyum

Loysnin er tó ikki bert at hava fríða atgongd til arbeiðsmegi. Tað kemst ikki uttanum, at høgi inntøkuskatturin í Føroyum eisini er ein forðing. Kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt, vísir, at føroysku fyritøkurnar eru kappingarførar, tá tað kemur til løn, men kemur til kort við skattamuninum.

Skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða í Føroyum mugu verða javnsett við skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Tískil er tørvur á, at endurskoða allar tær skipanir, sum geva føroyskum arbeiðstakarum fyrimun, um tey velja at arbeiða uttanlands.

Týðandi framtíðar førleikar

Um vit hyggja nøkur ár fram, so verða handaligir førleikar og tekniskir førleikar alsamt ein meira eftirspurd vøra, og munandi fleiri fara at starvast innan hesi øki. Tí er tað umráðandi, at føroyska samfelagið sum heild stendur seg í kappingini um arbeiðsmegina, og tískil má kappingin um arbeiðsmegina við onnur lond javnstillast.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737