Oljuvinnufelagið havt aðalfund

08. juni. 2015 | Tíðindi | Orka

Mikudagin 3. juni hevði Oljuvinnufelagið aðalfund.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen og Eli Lassen. Øll tóku við afturvali og vórðu vald. Í nevndini sita sostatt Magni Arge, Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen, Eli Lassen og Jostein Petersen.
Christian Danielsen bleiv afturvaldur sum tiltakslimur.

Frá Førleikamenning til tænastudepil
Á aðalfundinum greiddi formaðurin frá, at fyritaksemið innan frálandavinnu í Føroyum er komið á eitt vegamót, nú ongin nýggj leitiboring er fráboðað. Vit kunnu sjálvandi liva í teirri vón, at rákið vendur skjótt og næsta boring ikki er langt burturi, men útlit eru ikki til tess sum er.

Tí fer Oljuvinnufelagið undir at samskipa eitt átak um at staðseta Føroyar sum maritima tænastustøð fyri frálandavinnuna og fyri alla skipaferðslu, sum siglir framvið Føroyum.

Endamálið er at marknaðarføra Føroyar sum ein maritiman tænastudepil í Atlantshavi har skipaferðsla kann fáa dygga og skjóta tænastu. Vit hava eitt fjølbroytt úrval av tænastuveitingum og eisini neyðugu førleikarnar og møguleikarnar til at átaka okkum krevjandi uppgávur, tá skip og pallar skulu til umvælingar.

Við tíðini er ferðslan í føroyskum sjóøki nógv vaksin, frálandavirksemið er vaksið munandi vestan fyri Hetlandi og hevur flutt seg nógv nærri føroyska markinum, ferðslan umvegis arktis stendur í vøkstri og reglusemið í flogferðsluni er nógv batnað síðani flogvøllurin var longdur og Atlantic Airways tók í nýtslu nýggj flogfør. Alt hetta talar fyri at marknaðarføra Føroyar sum ein upplagdan maritiman tænastudepil.

Dentur verður lagdur á seks høvuðspunktir:

1. Geografiska staðsetingin mitt í Atlantarhavinum
2. Prógvaðar og víðfevndar førleikar í oljuvinnu
3. Tiltikin fleksibilitetur í vinnuni og tænastuveitingum
4. Meginparturin av tænastum røkkast innan 1 tíma frástøðu
5. Kappingarført kostnaðarstøði
6. Vit hava tøkt pláss í havnunum og góðar havnir

Fyrsta átakið snýr seg um at marknaðarføra Føroyar sum tænastudepil fram móti oljustevnuni Offshore Europe í Aberdeen. Í tí sambandinum verða serligar framløgur evnaðar til á prenti og digitalt og skipa verður fyri átøkum í Aberdeen.

Offshore Europe 2015

Oljuvinnufelagið samskipar luttøku á Offshore Europe í september 2015. Enn er ikki ov seint at melda til. Meira er at frætta um Offshore Europe við at venda sær til Jórun Gardar á jorun@industry.fo ella á telefon 739913.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4