Oljuvinnufelagið - Orðaskifti um átøk í 2017

12. desember. 2016 | Tíðindi | Orka

Oljuvinnufelagið hevur seinastu árini samskipað landabás á oljumessunum “Offshore Northern Seas” í Stavanger og “Offshore Europe” í Aberdeen. Nógv er broytt innan oljuvinnuna síðstu tíðina, og hetta hevur við sær, at ivasamt er um føroyskur landabásur verður á “Offshore Europe” í Aberdeen komandi ár.

Oljuvinnufelagið bjóðar tí til fund í Vinnuhúsinum mikudagin 14. desember kl. 14.00.

Endamálið við fundinum er at fáa eitt orðaskifti um felags átøk í 2017. Orðaskiftið skal snúgva seg um, hvussu føroyskir maritimir veitarar á bestan hátt samskipa og planleggja felags átøk í 2017, og um hvussu man marknaðarførir Føroyar sum ein maritiman tænstudepil í 2017.

- Er føroyskur landabásur á oljumessu ella aðrari messu rætta átakið?
- Eru onnur átøk, sum kunnu geva betri úrslit í 2017?
- Kunnu pengarnir, sum verða brúktir til felagsbás verða betri gagnnýttir, um man samskipar hetta á annan hátt?

Øll eru vælkomin til fundin – bæði tey, sum vanliga eru á oljumessum, men eisini tey, sum selja og ynskja at selja maritimar tænastur til útlendskar keyparar.

Skrá til fundin:

- Átøk framd í 2016
- Framløga av úrsliti av limakanning hjá Oljuvinnufelagnum
- Orðaskifti um átøk í 2017

Nevndin í Oljuvinnufelagnum vónar, at áhugaði møta fjølment.

Um spurningar eru ber til at seta seg í samband við Jórun Gardar á telefon 739913 ella á teldupost jorun@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737