Oljuvinnufelagið skipar fyri landabási á Offshore Northern Seas 2014

10. februar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tilmelding innan 17. mars.

Aftur í 2014 verður skipað fyri føroyskum landabási á Offshore Northern Seas 2014 (ONS), sum verður hildin annað hvørt ár í Stavanger í Noreg. ONS 2014 er í døgunum 25. – 28. august.

Messan hevur í nøkur ár verið samskipað av fyrst Menningarstovuni, síðan Samvit og hesi seinnu árini av Løgmansskrivstovuni í samstarvi við Oljuvinnufelagið.

Nú hevur Oljuvinnufelagið yvirtikið hesa uppgávu frá Løgmansskrivstovuni, soleiðis at tað er Oljuvinnufelagið einsamælt, sum hesuferð hevur ábyrgdina av samskipanini av føroyska landabásinum á ONS 2014.

Fyritøkur kunnu boða frá luttøku á føroyska landabásinum á ONS 2014 í seinasta lagi 17. mars hjá Esther Dahl esther@industry.fo ella hjá Ólavi í Geil á olavur@legutt.com. Tilmelding skal vera skrivlig.

Á føroyska landabásinum á ONS luttóku í seinast 18 fyritøkur, myndugleikar og feløg á básinum, og væntandi verður luttøkan ikki minni góð hesuferð.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737