Óseriøsur granskingarpolitikkur í Føroyum

19. oktober. 2009 | Áskoðan

Seinastu árini hevur verið tosað um, at Føroyar eru í ferð við at gera avtalu við ES um granskingarsamstarv. Granskingaravtala er nú forhandlað við ES, men Føroyar ætlar ikki at halda avtaluna!

Tilgongdin við at fáa í lag granskingarsamstarv við ES hevur verið sera drúgv. Fyri góðum tveimum árum síðani vóru boð í fjølmiðlunum frá Mentamálaráðnum, at avtalan var komin uppá pláss og í skundi vóru tvey starvsfólk sett, sokallaðir NCP’arir, at verða bindilið millum ES-kervið innan gransking og føroyska granskingarumhvørvið.
So gongur tíðin og tað frættist, at avtalan við ES ikki er komin uppá pláss kortini.
Fyri stuttum boðaði Uttanríkisráðið so frá, at nú var avtalan millum Føroyar og ES komin so langt, at bert politiska viðgerðin manglaði. Føroyar verður nú nevnt sum atknýttur partur í tilfarinum frá ES, sum lýsir treytirnar fyri gransking innan FP7 granskingarætlanina. NCP’arnir og føroysk granskingarfólk fegnast og fyrireika seg til luttøku í granskingarsamstarvinum frá januar 2010. Men gakk, fíggjarlógin verður løgd fyri løgtingið og eingin játtan er til granskingarsamstarvið við ES.
Føroysku granskingarstovnarnir og øll tey, sum hava fyrireikað seg at luttaka í ES granskingarsamstørvum standa sum kánus. Tey eru boðin við og hava bjóðað seg fram, men enn einferð vísir tað seg, at ætlaninar hjá landsstýrinum innan gransking ikki halda.
Granskingaravtalan við ES er klár at taka undir við og taka í nýtslu, men politiska skipanin ætlar kortini ikki, at Føroyar skal vera við í hesum.
Tað frættist, at føroyskir granskingarstovnar og granskarar nú verða noydd at taka seg úr teimum samstørvum, sum tey eru í, fyri at tey av sínum samstarvsfeløgum ikki fara at verða roknaði líka so óseriøs sum Føroya land.
Hetta er als ikki nøktandi og Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á at farið verður undir slíka samráðingar uttan at hava tryggjað, at fígging er til hetta frammanundan.
Hetta elvir til fleiri spurningar, sum tað hevði verið áhugavert fyri øll, sum hava áhuga fyri hesum evni, at fingið svaraðar frá Uttanríkisráðharranum og Mentamálaráðharranum:
  1. Hvussu skal ES skipanin taka okkum sum land seriøst?
  2. Verður roknað við, at vit kunnu gera hesa avtalu umaftur seinni?
  3. Verður roknað við, at samráðingarfólkini í ES yvirhøvur tíma at seta seg við borðið saman við føroyingum aftur um hetta mál?
  4. Hvussu bleiv við ætlanunum um, at gransking skuldi fíggjast við peningi úr ymiskum føroyskum grunnum?

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR