Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir í ársfrágreiðingini fyri seinasta árið á, at óvissan úti í heimi krevur stabilar og kappingarførar karmar her heima
Heimurin kring okkum er merktur av vaksandi óvissu. Geopolitiskur spenningur, kríggj, prísvøkstur, veikari altjóða búskapargongd og broytt handilsviðurskifti skapa eitt alsamt meira ótrygt vinnuumhvørvi.
Hetta rakar eisini føroyskar fyritøkur. Føroyar hava ein lítlan og opnan búskap, sum í stóran mun er tengdur at útflutningi, innflutningi og altjóða marknaðum. Tá ið óvissan veksur úti í heimi, merkja føroyskar fyritøkur tað skjótt í formi av hægri kostnaðum, broyttum eftirspurningi og ótryggari marknaðaratgongd.
Júst tí er tað avgerandi, at vit skapa stabilitet her heima.
Politiska skipanin kann ikki stýra gongdini í heimsbúskapinum, men hon kann tryggja, at karmarnir hjá føroyskum vinnulívi eru góðir, greiðir og kappingarførir. Tá ið umstøðurnar uttanlands eru ótryggar, eigur politiska skipanin ikki samstundis at skapa óneyðuga óvissu um skattir, gjøld, lóggávu og politiskar fortreytir í Føroyum.
Fyritøkur taka avgerðir við atliti at fleiri árum fram í tíðina. Tær seta fólk í starv, gera íløgur, menna nýggjar vørur og finna nýggjar marknaðir. Slíkar avgerðir krevja álit á, at karmarnir ikki broytast knappliga og uttan greiða kós.
Føroyskt vinnulív hevur nógv at byggja á
Føroyskt vinnulív hevur nógv gott at byggja á. Vit hava dugnaligar og væl riknar fyritøkur, sterkar útflutningsvinnur og eitt vinnulív, sum ferð eftir ferð hevur víst, at tað dugir at laga seg til broyttar umstøður.
Men tillagingarføri er ikki nóg mikið í sjálvum sær.
Føroyskar fyritøkur kappast ikki bara sínámillum. Tær kappast við fyritøkur í londum, har framleiðslukostnaðurin kann vera lægri, marknaðaratgongdin betri og politisku karmarnir greiðari. Skal føroyska vinnan framhaldandi standa seg í altjóða kappingini, mugu karmarnir í Føroyum vera minst líka góðir sum hjá okkara kappingarneytum.
Tað krevur serliga, at politiska skipanin leggur dent á trý viðurskifti: Kappingarførar skattir og gjøld, einføld umsitingarlig krøv og tamarhald á almenna útreiðsluvøkstrinum.
Gjøld og skattir mugu ikki skerja kappingarførið
Tað má vera eitt greitt politiskt mál, at skattir og gjøld ikki gera tað óneyðuga dýrt at reka vinnuligt virksemi í Føroyum.
Tá ið nýggj gjøld verða løgd á vinnuna, ella verandi gjøld verða hækkað, vaksa útreiðslurnar hjá fyritøkunum. Hesar útreiðslur hvørva ikki. Tær hava antin við sær lægri lønsemi, hægri prísir, færri íløgur ella minni virksemi.
Í einum lítlum og opnum búskapi ber ikki til at síggja skattir og gjøld sum eitt innlendis mál burturav. Føroyskar fyritøkur kappast við fyritøkur úr øðrum londum, og tí hevur tað stóran týdning, hvussu samlaða kostnaðarstøðið í Føroyum stendur seg samanborið við umheimin.
Vaksandi skattir og gjøld kunnu í síðsta enda hava við sær, at íløgur ikki verða gjørdar, at arbeiðspláss ikki verða skapt, ella at virksemi verður lagt aðrastaðni.
Umsitingin skal vera einføld og greið
Føroyskar fyritøkur skulu sjálvandi halda lógir og reglur. Men krøvini mugu vera rímilig, greið og løtt at umsita.
Óneyðuga fløkt lóggáva, tvífaldar frágreiðingarskyldur og drúgvar mannagongdir taka tíð og orku frá tí, sum eigur at skapa virði: Rakstri, menning og nýskapan.
Hetta rakar serliga smærri fyritøkur. Ein stór fyritøka kann hava starvsfólk, sum burturav fáast við umsiting og frágreiðingar, meðan somu uppgávur í eini minni fyritøku ofta liggja hjá eigaranum ella leiðsluni. Tí kann sama krav vera munandi tyngri hjá eini lítlari fyritøku enn hjá eini stórari.
Áðrenn nýggj krøv verða sett í verk, eigur altíð at verða mett um umsitingarligu og fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna. Endamálið eigur at vera greið lóggáva og einfaldar mannagongdir.
Almenni útreiðsluvøksturin má haldast aftur
Ein ov stórur almennur útreiðsluvøkstur leggur trýst á búskapin, skattatrýstið og arbeiðsmarknaðin.
Tá ið tað almenna økir virksemið nógv í einum búskapi, har arbeiðsmegin frammanundan er avmarkað, verður kappingin um starvsfólk harðari. Tað ger tað truplari og dýrari hjá privatu vinnuni at fáa fatur á neyðugu arbeiðsmegini.
Samstundis skulu vaksandi almennar útreiðslur fíggjast. Tað kann føra til hægri skattir og gjøld, sum aftur skerja møguleikarnar hjá fyritøkunum at gera íløgur, vaksa og skapa nýggj arbeiðspláss.
Tað snýr seg ikki um, at tað almenna ikki skal veita góðar tænastur. Tað snýr seg um at raðfesta neyvari, arbeiða effektivari og fáa meira burtur úr verandi játtanum, áðrenn nýggjar útreiðslur verða lagdar oman á tær, sum longu eru.
Almennu útreiðslurnar mugu ikki vaksa skjótari, enn búskapurin ber.
Stabilitetur er ein kappingarfyrimunur
Vit kunnu ikki verja føroyska búskapin móti allari altjóða óvissu. Men vit kunnu gera føroyskar fyritøkur betur førar fyri at standa ímóti henni.
Tað gera vit við at tryggja stabilar, greiðar og kappingarførar karmar. Fyritøkur skulu kunna líta á, at politiska kósin er greið, at broytingar verða væl fyrireikaðar, og at atlit verður tikið at avleiðingunum fyri kappingarførið.
Í eini tíð, har óstabilitetur valdar úti í heimi, er stabilitetur her heima ikki bara ein fyrimunur. Hann er ein fortreyt fyri, at føroyskt vinnulív kann halda fram at gera íløgur, skapa arbeiðspláss og tryggja virðisskapan og vælferð í Føroyum.
Les alla ársfrágreiðingina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her.