DSC 1239

Óvanliga stór gjaldshækking á sjóvinnuøkinum

20. mai. 2025 | Tíðindi | Shipping

Landsstýrið vil hækka 48 sjóvinnugjøld, sum í miðal hækka 127%. Reiðarafelagið fyri Handilsskip ávarar ímóti hækkingunum og manglandi gjøgnumskygni

Í farnu viku, mikudagin 14. mai, hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip freist at lata inn viðmerkingar til fleiri broytingaruppskot frá landsstýrinum um hækkingar í ymsum gjøldum á sjóvinnuøkinum. Talan er um heili 48 gjøld, sum í miðal hækka 127%.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur latið inn hoyringarsvar og tekur ikki undir við broytingunum. Í hoyringarsvarinum vísir felagið á, at broytingarnar ikki bert snúgva seg um vanligar reguleringar, men um veruligar hækkingar og nýggj gjøld. Hetta skapar óvissu og økt trýst á vinnuna.

Felagið minnir á, at eitt gjald, sum verður álagt fyri eina tænastu ella eitt eftirlit, eigur at samsvara við arbeiðsbyrðuna og kostnaðin, sum myndugleikin hevur. Fleiri av gjøldunum tykjast tó ikki at fylgja hesi meginreglu, tí hækkingarnar eru so stórar.

Eitt dømi er gjaldið fyri skráseting í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS), sum hækkar við millum 15.000 og 30.000 krónum – ein hækking upp á umleið 25%. Eisini eru dømi um smærri gjøld, sum hækka við heilt upp til 400%, hóast tey í krónum og oyrum eru lítil.

Í hoyringarsvarinum ger felagið eisini greitt, at tað er sera óheppið, at so stórar og víðfevndar broytingar verða sendar til hoyringar uttan nakra frágreiðing. Felagið heldur, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eigur at greiða frá, hvørji sjónarmið og hvørjar grundgevingar liggja til grund fyri broytingunum.

Ein slík frágreiðing hevði styrkt gjøgnumskygnið og givið bæði vinnuni og almenninginum betri møguleika at meta um og viðgera ætlanirnar. Les hoyringarsvarið frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip her.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3