Partafelagsskatturin undir trýsti

28. mars. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fleiri lond arbeiða miðvíst við at fáa útlendskar íløgur og sostatt arbeiðspláss við at lækka partafelagsskattin.

Bretska stjórnin hevur gjørt av at lækka partafelagsskattin frá 28 til 26 prosent í ár og niður í 24 prosent komandi tvey árini. Eisini í Grikkalandi, Hollandi og Ungarn er partafelagsskatturin á veg niðureftir. Hetta leggur trýst á tey lond, sum ikki gera tað sama, við vanda fyri, at tey gerast verri fyri í kappingini um arbeiðspláss.
Orsaka av hesum mælir Dansk Industri (DI) til, at danski partafelagsskatturin verður lækkaður frá teimum 25 prosentunum niður í 15 prosent komandi árini. DI væntar, at ein minking av partafelagsskattinum niður í 15 prosent vil økja vælferðina við upp til 21 milliardum kr svarandi til 8.000 kr fyri hvørt húsarhald. Hetta orsaka av, at fyritøkur vilja økja um íløgurnar og gerast meira produktivar samstundis sum, at fleiri útlendskar fyritøkur vilja leggja virksemi í Danmark.
Professari og skattaserfrøðingurin Bo Sandemann Rasmussen frá Aarhus Universitet er samdur í, at lægri partafelagsskattur vil tryggja størri vælferð, men ein enn betri møguleiki at økja um vælstandin er at lækka toppskattin.
Bo Sandemann Rasmussen sigur eisini, ”at um so er, at Holland og Stóra Bretland og kanska eisini Týskland lækka partafelagsskattin og hetta ikki verður gjørt í Danmark, so vil kappingin um fyritøkurnar broytast og evnini hjá Danmark at tiltrekkja fyritøkur vikna”.
DI vísir á, at ein minking av partafelagsskattinum yvir nøkur ár, vil senda eitt klárt signal til altjóða íleggjarar og fyritøkur um, at Danmark er eitt gott land at gera íløgur í.
Tvey ES lond, nevniliga Bulgaria og Cypern hava í nógv ár havt ein partafelagsskatt á 10 prosent og Ungarn vil koma niður á leið sama støði í 2013, saman við Írlandi, sum hevur ein partafelagsskatt uppá 12,5 prosent.
(kelda: www.business.dk)

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4