Páskadagarnir

11. apríl. 2022 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Í sambandi við páskirnar eru nakrir lógarásettir og sáttmálaásettir frídagar.

Skírishósdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar, ásettir við lóg.


Páskaaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Havnar Arbeiðsmannafelag
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag,
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag,
  • Samverk


Páskaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:

  • Føroya Flogteknikarafelag
  • Starvsfelagið (Føroya Tele og Posta)
  • Føroysk Miðlafólk

Hetta merkir at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, og eftir kl. 12 hjá teimum, sum hava hálvan frídag, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varir.

Sí yvirlit yvir lógar- og sáttmámaásettir frídagar

Frídagar (industry.fo)

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt hóskvøldið

    Samráðingarnar halda fram hósdagin

    06. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Sáttmálarnir longdir til midnátt mikukvøldið

    Samráðingarnar halda fram mikudagin

    05. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4