Peningastovnarnir klárir at móttaka eftirlønarinngjøld

23. januar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Frá og við í dag, 23. januar 2012 er møguligt hjá arbeiðsgevarum at rinda eftirlønarinngjøld umvegis lønarútgjaldsskipanina, soleiðis at hesi verða skattað í samsvari við rentutryggingarlógina.

Eftirlønarinngjøld frá arbeiðsgevarum

Eftirlønir frá arbeiðsgevarum kunnu hereftir bert rindast umvegis Lønarportalin, ella við at upplýsa eftirlønargjaldið á einum lønarlista, ið verður latin einum peningastovni.
Tá ið ein eftirløn verður bókað, skal fylgjandi upplýsast:
  • A-inntøka: Skal vera 0,00 ella verður eftirlønargjaldið avvíst
  • Forvunnin upphædd: Eftirlønargjaldið – brutto
  • Konta: Eftirlønarkonta í peningastovni ella samlikonta hjá eftirlønarveitara
Eftirlønarinngjøld á kontur í peningastovni
Fyri uppspararar, sum annaðhvørt sjálvir hava goldið inn, ella har arbeiðsgevari hevur goldið inn á eftirlønarkontu í peningastovni í 2010 og/ella 2011, er nýggj eftirlønarkonta stovnað.
Framyvir skulu eftirlønarinngjøld ávísast til nýggju eftirlønarkontuna hjá lønmóttakaranum.
Fyri at lætta um umleggingina hjá arbeiðsgevaranum  verða inngjøld,  ávíst til “gamlar eftirlønarkontur”, fyribils móttikin og beind á ta nýggju eftirlønarkontuna.
Í teimum førum, har nýggj eftirlønarkonta ikki er stovnað sjálvvirkandi, skal lønmóttakarin venda sær til sín peningastovn fyri at stovna nýggja eftirlønarkontu at upplýsa arbeiðsgevaranum um hetta. (Hetta er bert galdandi fyri eftirlønaruppsparar, sum ikki hava goldið inn í 2010 og/ella 2011 – umframt nýggjar kundar).
Eftirlønarinngjøld til aðrar eftirlønarveitarar
Fyri eftirlønarinngjøld til føroyskar og útlendskar eftirlønargrunnar, skal eftirlønargjaldið flytast á nýggjar samlikontur, sí meiri kunning á http://www.taks.fo/01180/01181/ og yvirlit yvir samlikonturnar á http://www.taks.fo/documents/00679.pdf.
Felagið Peningastovnar
Nærri upplýsingar: Súni Schwartz Jacobsen, formaður, tlf. 348 000

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737