Peningastovnarnir: Lógarbroyting fer at skerja føroyska íløgumentan

09. februar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Felagið Føroyskir Peningastovnar mælir í skrivi til fíggarnevndina staðiliga frá, at løgtingið samtykkir broytingaruppskotið í kapitalvinningsskattalógini, sum Tjóðveldi legði fram í desember 2008. Verður uppskotið samtykt, fer tað at skerja ta íløgumentan, sum hevur tikið seg upp í Føroyum seinastu árini, heldur felagið.

Tjóðveldi vil við broytingaruppskotinum nokta fradrátti av rentuútreiðslum í kapitalvinningi, um so er, at íleggjari hevur tikið lán til íløgu.
Uppskotsstillararnir siga, at verandi reglur geva ein serligan skattafyrimun til privatfólk, um tey læna sær pening at keypa partabrøv fyri. Men talan er ikki um nakran serligan skattafyrimun, tí frádrátturin fæst bert, um íløgurnar geva yvirskot, og viðkomandi tískil hevur positiva kapitalinntøku.
Í grundgevingunum fyri uppskotinum verður verandi skipan samanborin við skipanir í 80'unum. Men samanberingin er hvørki rímilig ella røtt, heldur Felagið Føroyskir Peningastovnar, tí frádrátturin fyri rentur er í egnari staðfestari kapitalinntøku hjá íleggjarum, og landskassin skal ikki leggja út pening fyri tey, ið gera íløgur.
At samanbera verandi reglur við skipanir í 80'unum, ið høvdu við sær útgjald úr landskassa­num, og har landið ofta bar tap vegna tann einstaka, er beinleiðis villleiðandi, heldur Felagið Føroyskir Peningastovnar.
Felagið vísir á, at uppskotið gongur ímóti altjóða leiðreglunum um roknskaparførslu, vanligum meginreglum um symmetri í skattalógini og samsvarar heldur ikki við tær reglur, ið grannalond okkara nýta. Í skrivi til fíggjarnevndina mælir felagið tí tinglimum til at atkvøða ímóti uppskotinum.
Yvirhøvur heldur Felagið Føroyskir Peningastovnar, at kapitalvinningsskattalógin, ið varð sett í gildi í desember 2001, hevur havt sera gagnliga ávirkan á føroyska búskapin. Kapitalvinningsskattalóggávan var fortreytin fyri, at Virðisbræva­marknaður Føroya kundi fara til verka, ein tilgongd, ið hevur økt munandi um áhugan hjá føroyingum at gera íløgur í virðisbrøv.
Føroyskir íleggjarar hava gjørt sær bæði góðar og ringar royndir, men samanlagt hevur tilgongdin havt positiva ávirkan á búskaparvøksturin í Føroyum og verið við til at spjatt váðan í vinnulívinum. Umráðandi er tí, at heimskreppan ikki fær politikarar at fara í panikk og avmarka tann dynamikk, ið ein virkin virðisbræva­mentan hevur við sær.
Felagið Føroyskir Peningastovnar

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Kappingarneytar fáa betri atgongd til Vietnam

    Norsk og íslendsk fiskivinna fáa betri treytir á vietnamesiska marknaðinum. Tað undirstrikar týdningin av góðari marknaðaratgongd

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    EFTA Hari4680
  3. Seinasti dagur við serligum limaprísi til Vinnudagin

    Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum

    24. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768