6W3A0039

PISA-kanningin má føra til rannsakan

12. desember. 2023 | Áskoðan

Úrslitið frá PISA-kanningini er skelkandi vánaligt. Nú mugu undirvísingarmyndugleikarnir kanna orsøkirnar og rætta kós, so føroysku næmingarnir fáa neyðugar førleikar at klára seg nóg væl í 21. øld.

Vánaliga úrslitið í føroysku PISA-kanningini eigur at hava við sær eina veruliga rannsakan. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað er neyðugt við munagóðum átøkum.  Føroysku undirvísingarmyndugleikarnir eiga miðvíst at fara til verka at eftirhyggja og nýhugsa millum annað námsætlanir, undirvísingaramboð, undirvísingarførleikar og undirvísingartilfarið. Grundleggjandi stig mugu eisini takast í mun til at fáa KT at gerast ein inngrógvin partur av undirvísingini. Førleikarnir á júst KT-økinum verða avgerandi fyri, hvussu komandi ættarlið fer at taka ímóti framtíðar avbjóðingum.

Skulu vit venda gongdini, er neyðugt at taka úrslitið í álvara, og bróta upp ermar, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Stór afturgongd
Úrslitið frá PISA-kanningini er alt annað enn hugaligur lesnaður fyri Føroyar.

Úrslitið er tað lakasta higartil, og afturgongdin innan serliga støddfrøði er væl størri enn í okkara grannalondum.

Serliga vánaligur er førleikin at brúka støddfrøðiliga myndlar, at loysa praktiskar uppgávur og trupulleikar, eins og førleikarnir at brúka talgild amboð sum heild eru vánalig. Tað er kanska ikki so løgið, tí bakgrundsspurningarnir í sambandi við kanningina vísa, at næmingar í nógv minni mun enn í Danmark nýta støddfrøðiliga modellering og talgild amboð í undirvísingini. Hetta er ikki nøktandi.

Tað er umráðandi at duga at rokna rætt, men tað er ikki nóg mikið.  Tað er líka umráðandi, at næmingarnir hava eina fatan av, hvussu tú kanst seta støddfrøðilig roknistykki upp til at loysa praktiskar spurningar.

Búgva okkum til 21.øld
Føroyska undirvísingarverkið má leggja nógv fyri at fyrireika okkara børn til avbjóðingarnar nú og í framtíðini. Tað gera vit við nýhugsan. Við at kveikja áhugan hjá teimum ungu at læra. Og tað gera vit við at styrkja undirvísingina í fólkaskúlanum.

Vakstrarforum mælti eitt nú til at menna talgilda tøkni í øllum útbúgvingarliðum. Talgilda tøknin skal gerast eitt fjórða samskiftismál ájavnt munnligum, skrivligum og støddfrøðiligum máli, og harumframt at 21. aldarinnar førleikar gerast sjónligari partur av undirvísingini.

Avbjóðingin takast í álvara
Fólkaskúlin er ein heilt grundleggjandi liður í okkara samfelag. Hann skal styrkjast til gagns fyri allar næmingar og okkum øll sum samfelag. Fáa okkara ungu ikki neyðugu førleikarnar, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar bæði fyri tey ungu sjálvi, men eisini fyri okkum sum samfelag.

Í støddfrøði, lesing og náttúruvísund liggja vit væl undir miðal úrslitið fyri framkomin lond í OECD. Føroyar eru eitt framkomið land. Vit mugu tí seta okkum sum mál at menna teir førleikarnar, sum krevjast í 21. øld, so okkara børn og ungu fáa væl betri fortreytir fyri at klára seg væl á tí lívsleiðini, sum tey velja.

Hetta er ikki tíðin at skúgva vánaligu PISA-kanningina til viks. Hetta er heldur ikki tíðin at koma við afturvendandi umberingunum um, at PISA-úrslitið ikki er allur sannleikin, at næmingarnir ikki eru motiveraðir, at onnur lond eisini hava fingið vánaligari úrslit o.s.fr.

Tíðin er búgvin til, at avvarðandi myndugleikarnir taka hesa avbjóðingina í størsta álvara og fara til verka.

Annað á breddanum

  1. Nýggjur formaður í Samskifti

    18. apríl hevði Samskifti aðalfund í Vinnuhúsinum. Nýggjur formaður í Samskifti er Michael Koba

    30. Apríl. 2024 | KT- og samskifti
    Samskifti
  2. Trettan fyritøkur á føroyskum landabási á fiskavørumessuni í Barcelona í farnu viku

    Í ár hevur heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, 30 ár á baki, og føroyingar hava luttikið frá byrjan.

    29. Apríl. 2024 | Almenn tíðindi
    1 (2)
  3. Ongantíð áður hevur privata vinnan verið so stórur partur av kundaskaranum hjá ráðgevaravinnuni

    Nógv tann størsti kundabólkurin hjá ráðgevaravinnuni í 2022 var tað privata. Tað vísir kanning hjá Ráðgevarafelagnum.

    29. Apríl. 2024 | Ráðgevaravinna
    Mynd Tíðinda Stubbi RGF