Privata vinnan tillagað seg minni eftirspurning

18. januar. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Almenni lønarvøksturin var næstan óbroyttur í fjør, meðan privata vinnan sær út til at hava tillagað seg minni eftirspurninginum.

Sambært nýggjastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya var vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum 2,1% í 2020. Hetta er minsti vøksturin í lønargjaldingunum síðan 2013, tá ið hann var 1,3%.

Nógv tann størsti parturin av føroysku lønunum verður útgoldin í tænastuvinnunum. Í 2020 vórðu 64% av samlaðu lønunum útgoldnar í privatu og almennu tænastuvinnunum, 19% vórðu útgoldnar í fiski- og øðrum tilfeingisvinnum og 17% vórðu útgoldnar í byggi- og øðrum tilvirkingarvinnum.

Vøksturin í almennu lønargjaldingunum var eitt vet minni í fjør enn árini frammanundan. Í 2020 var vøksturin í almennu lønargjaldingunum 4,7% samanborið við 5% undanfarnu tvey árini.

Í privatu vinnunum var munurin størri.

Í privatu tænastuvinnuni var eingin vøkstur í lønargjaldingunum í 2020. Undanfarnu tvey árini lá lønarvøksturin um 5% í privatu tænastuvinnunum.

Í byggi- og tilvirkingarvinnunum var vøksturin í lønargjaldingunum 5,4% í 2020. Hetta er munandi minni lønarvøkstur enn undanfarnu trý árini, tá árligi lønarvøksturin í byggi- og tilvirkingarvinnunum lá millum 12 og 15%.

Í fiski- og tilfeingisvinnunum minkaðu lønargjaldingarnar 1,8% í 2020. Lønargjaldingarnar í fiski- og tilfeingisvinnunum sveiggja meira enn í øðrum vinnum, av tí at hesar eru tengdar at fiskaprísunum. Í 2019 vuksu lønargjaldingarnar 8,6% og í 2018 minkaðu lønargjaldingarnar 0,2% í fiski- og tilfeingisvinnunum.

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at gongdin í almenna og privata lønarvøkstrinum er ymisk. Privata vinnan tillagar vanliga sítt virksemi beinanvegin, tá ið eftirspurningurin í samfelagnum broytist. Í 2020 vóru fleiri størri verkætlanir lidnar, og tað eru ikki so nógvar nýggjar verkætlanir á radaranum í løtuni. Samstundis fingu ferða- og útflutningsvinnurnar ein diggan frammaná, tá ið koronafarsóttin breiddi seg um allan heimin.

Almennu lønargjaldingarnar eru harafturímóti ikki so nógv stýrdar og ávirkaðar av brádligum broyting­um í eftirspurninginum í samfelagsbúskapinum. Hetta er helst orsøkin til, at vøksturin í privatu lønar­gjaldingunum minkaði rættiliga nógv í mun til almenna lønarvøksturin, sum næstan stóð í stað í fjør.

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    03. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Skills Føroyar sett á stovn

    Skills Føroyar er stovnað fyri at seta sjóneykuna á yrkisførleikar, skipa fyri FM fyri lærlingar og opna dyrnar til altjóða kappingar

    03. mars. 2026
    Skills Føroyar
  3. Fultteknað til Aliráðstevnuna 2026

    Aliráðstevnan 2026, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 6. mars, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri fleiri tilmeldingum

    03. mars. 2026
    G1A4264