Raðfestingarnar hjá fíggjarnevndini ganga ímóti ynskinum um øktan vøkstur og vælferð

16. desember. 2021 | Áskoðan

Løgmaður hevur sett eitt vakstrarforum at gera tilmæli um, hvussu vit á burðardyggan hátt skapa størri virði í føroyska samfelagnum, sum grundarlag undir framhaldandi vælferð. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at raðfestingarnar hjá Fíggjarnevndini ganga beint ímóti hesi ætlan.

Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu varð avtalað, at eitt vakstrarforum skuldi skipast, sum eitt samstarv millum privata og almenna geiran. Løgmaður setti í byrjanini av 2021 eitt vakstrarforum, sum skuldi gera tilmæli um, hvussu vit kunnu skapa størri virði í føroyska samfelagnum. Vakstrarforum valdi nøkur raðfest øki út, og undirbólkar vórðu settir at gera ítøkilig uppskot, sum kunnu stuðla undir virðisvøkstur innan raðfestu økini. Hesi øki vóru Havið, Kunningar- og samskiftistøkni (KST), Ferðavinna, Veitaravinnu og Útbúgving og arbeiðsmarknaður. Gjøgnumgangandi fyri tey tilmælini, sum eru komin til Vakstrarforum higartil, er tann týdningur, sum útbúgving og gransking hevur fyri virðisvøksturin.

Tá so broytingaruppskotini hjá Fíggjarnevndini vórðu løgd fram, vórðu uppskot til sparingar á flest øllum   raðfestum økjum. Eitt nú kann nevnast sparingar innan gransking og menning í fiskiveiðu og aling (Fiskaaling, Havstovan og Fiskivinnuroyndir), Granskingarráð og -grunn, Maritimar útbúgvingar, Miðnámsútbúgvingar, Visit Faroe Islands, Talgildu Føroyar og Fróðskaparsetur Føroya.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur ynskið hjá fíggjarnevndini um at tálma útreiðsluvøksturin hjá landskassanum, men tað er ein størri spurningur, sum ikki eigur at vera avgjørdur av hissini broytingum hjá fíggjarnevndini í 12. tíma. Harumframt er neyðugt at raðfesta átøk, sum økja um virðisskapanina í landinum, so vit øll gerast betri fyri, eisini landskassin.

Politiska skipanin eigur at leggja eina ætlan fyri at tálma útreiðsluvøksturin hjá landskassanum, og so gera væl fyrireikaðar broytingar. Við tí arbeiðshátti og raðfestingum, sum vit hava sæð í sambandi við fíggjarlógararbeiðið, er sera torført at leggja langtíðarætlanir, og vandi er fyri at vit missa meira fyri minni.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737