20261005 112122452 Ios
Ráðgevarafelagið

Ráðgevar í Grønlandi og Føroyum ynskja tættari samstarv

12. oktober. 2026 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Tekniskir ráðgevar í Grønlandi og Føroyum vilja styrkja samstarvið tvørtur um Norðuratlantshavið

5. oktober hittust ráðgevar úr báðum londunum í Vinnuhúsinum fyri at læra hvønn annan betur at kenna og umrøða møguleikarnar fyri samstarvi. Á fundinum varð dentur lagdur á at deila vitan og royndir, umrøða felags avbjóðingar og kanna møguleikarnar fyri framtíðar samstarvi.

Á fundinum varð millum annað víst á felags áhugamál sum nýggjar byggireglugerðir, DGNB, útbjóðing av ráðgevingaruppgávum, myndugleikaviðgerð og møguleikar fyri samstarvi um størri uppgávur.

Fundurin var liður í økta samstarvinum tvørtur um Norðuratlantshavið, sum millum annað er sprottið úr nýggju samstarvsavtaluni millum Grønlands Erhverv og Vinnuhúsið.

Vinnugreinanevndirnar fyri ráðgevar í Grønlandi og Føroyum síggja góðar møguleikar fyri tættari samstarvi. Málið er at knýta sterkari bond, deila vitan og royndir og við tíðini menna ítøkiligt samstarv um uppgávur bæði í Grønlandi og Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Virðið upphavsrætt og vørumerki – eisini við vitlíki

    Felagið Samskifti minnir fyritøkur og stovnar á at virða upphavsrætt og vørumerki, tá ið samskiftistilfar verður ment við vitlíki

    12. oktober. 2026
    Nevnd Samskifti
  2. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  3. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt