Ráðgevarablaðið: Fleiri nýggir skúlar

16. november. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Í hesum árinum hava vit fingið fleiri spildurnýggar og nýútbygdar skúlar. Føroyskar fyritøkur standa fyri ráðgevingini.

Árið 2020 hevur verið eitt gott ár, tá tað snýr seg um at bygging til fólkaskúlan.

Í Klaksvík, við Streymin, í Havn og Fuglafirði fáa næmingar og lærarar fleiri túsund spildurnýggjar fermetrar sum karm rundan um undirvísingina. Alt við kønari ráðgeving frá føroyskum ráðgevarafyritøkum

Skúlatrøð

Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík varð tikin í nýtslu fyrr í ár. Skúlin er bæði nýbygging og samanbygging av skúlunum við Ósánna og á Ziskatrøð.

Fyrsta byggistigið, sum nú er liðugt, er 4.675 fermetrar til støddar. Tað samanbindur verandi bygningar við einum torgi/felagshøll og hevur m.a. 22 nýggjar skúlastovur, tónleikahøli, skúlakøk og bókasavn.

Við Streymin

Skúlin við Streymin, sum varð vígdur hálvan oktober, hevur 3.290 nýggjar fermetrar, tá ítróttarhøllin er íroknað. Útbyggingin og ítróttarhøllin eru bygd niðan fyri gamla skúlan.

Skúlaparturin er í tveimum hæddum. Í erva eru skúlastovur og bókasøvn. Í neðra lærarahøli, køkur og matarsalur. Eitt stórt felagsrúm við amfitrappu knýtir funktiónirnar saman og hevur eisini samband til ítróttarhøllina. Saman við ítróttarhøll, bókasøvnum og stórøkinum skal hetta rúmið kunna hýsa alskyns tiltøkum.

Á Fløtum

Skúlin á Fløtum í Havn er við sínum 11.500 fermetrum og 850 næmingum størsti skúli í landinum.

Skúlin er samansettur av sjey oyggjum, ið eru bundnar saman av einum stórum felagsøki. Yngstu næmingarnir eru niðast í skúlanum, har frítíðarskúli er seinnapartar. Elstu næmingarnir eru ovast, har tey umframt floksstovur hava egin felagsøki, bólkarúm og vísindadepil við royndarstovum, fyrilestrasali o.ø. Miðdeildin er mitt í skúlanum á trimum oyggjum.

Skúlin hevur ítróttarhøll, bókasavn, høli til heilsufrøðingar og stovur til m.a. tónleik, smíð og hondarbeiði. Kring skúlan er rennibreyt, og trappa er niðan á tekjuna, sum hevur gongugøtu og terrassu.

Fuglafjørður

Fuglafjarðar skúli er bæði um- og útbygdur og hevur fingið 3.700 fermetrar aftrat íroknað ítróttarhøll. Nýggi parturin verður væntandi tikin í nýtslu við ársskiftið.

Útbyggingin hýsir barnaskúlanum, sum er grunddeild og miðdeild. Lærarar og umsiting fáa eisini betri umstøður, og tónleikurin fær fleiri stovur og venjingarhøli.

Leinki til Ráðgevarablaðið

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4