Ráðgevarablaðið: Nýggj brúgv um søguliga á

27. januar. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Í nýggjasta Ráðgevarablaðnum, sum kom út beint fyri jól er grein um nýggju brúnna um Fossá í Vestmanna.

Nýggja brúgvin um Fossá í Vestmanna, sum Eyðun Eliasen, arkiktekur, hevur teknað, er eisini útsýnispallur út yvir bygdina. Høgligari er nú at ferðast um ánna, tí onki sving er at fara um, og brúgvin er tvísporað og hevur gongubreyt.

Vestmanna kommuna bað fyri tveimum árum síðan EYA hjá Eyðuni Eliasen tekna nýggju brúnna. Kommunan vildi, at dentur skuldi leggjast á eina fagurfrøðiliga loysn, sum borgararnir í kommununi skuldu fáa gagn av í gerandisdegnum.

- Tá brúgvin varð teknað, høvdu vit í huga, at brúgvin skuldi hava stimbrandi ávirkan á borgararnar og ferðandi annars í sambandi við gongutúrar í økinum, sigur Eyðun Eliasen í tíðarritinum Føroya Ráðgeving.

Tann nýggja brúgvin er gjørd beint við síðuna av teirri gomlu, sum kom í 1927. Arkitekturin hevur lagt dent á, at brúgvin skuldi vera einføld og samstundis áhugaverd og vøkur.

- Nógv fólk síggja upp undir brúnna av niðara vegi. Tí er undirsíðan ein týdningarmikil framsíða, ið skal taka seg væl út um dagin og við ljósseting í myrkri, sigur hann.

Á útsýnispallinum ber til at njóta útsýnið út yvir ánna, bygdina, fjørðin og landslagið. Articon hevur gjørt brúnna, og Eyðun Eliasen heldur, at fyritøkan hevur rós uppiborið fyri at hava tikið uppskotið um snið í álvara og gjørt brúnna akkurát, sum hon varð teknað.

Inni undir brúnni rennur ein av kendastu áunum í Føroyum, tí her fostraðust fyrstu tankarnir í Føroyum um at framleiða streym úr vatnorku. Undangongumaðurin, Ólavur á Heygum, stóð frá 1907 fyri tí ætlanini.

Verkætlanin gjørdist eitt satt stríðsmál í bløðum og á tingi, og Ólavur kom ongantíð á mál við henni, áðrenn hann doyði í 1923. Men 5. mai í 1954 varð Fossáverkið vígt við orðunum: "Ljós yvir landið!"

Leinkja til Ráðgevarablaðið

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737