Ráðgevarablaðið: Virkið felag í meira enn 10 ár

10. februar. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Í nýggjasta Ráðgevarablaðnum, sum kom út beint fyri jól er grein um Ráðgevarafelagið.

Tann 28. mai í 2008 varð Ráðgevarafelagið stovnað sum málgagn hjá arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkum í Føroyum.

Eitt høvuðsendamál var at tryggja, at føroyskir ráðgevarar ikki verða við skerdan lut í sambandi við byggiverkætlanir í Føroyum.

Virksemið í ráðgevaravinnuni hevur verið stórt farnu árini, og føroyskar ráðgevingarfyritøkur hava prógvað, at tær eru førar fyri at avgreiða stórar og krevjandi verkætlanir.

Tær hava verið við til at bygt m.a. sjúkrahús, flogvallarfarstøð, orkuverk, tunlar og smoltstøðir, og áhaldandi minnir Ráðgevarafelagið á, at Føroyar kunnu vera sjálvveitandi við ráðgevaratænastum.

Á fyrsta aðalfundinum hjá Ráðgevarafelagnum í 2008 varð ásett í viðtøkunum, at felagið skuldi skipa fyri felags menning í vinnugreinini – bæði í fyritøkunum sjálvum og viðvíkjandi kørmunum, tær virka undir.

Felagið skuldi eisini styðja upp undir førleikamenning og samskiftið mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.

Ráðgevaravinnan er vitanarvinna, sum strembar eftir at draga støðugt fleiri nýtbúgvin fólk aftur til Føroya at byggja land.

Í teimum fýra ársritunum, sum felagið higartil hevur givið út, hava søgur verið sagdar um fleiri ungfólk, sum hava lisið til arkitekt, verkfrøðing ella byggifrøðing og fóru til verka í føroyskum ráðgevarafyritøkum.

Árliga hevur Ráðgevarafelagið eisini savnað inn hagtøl um gongdina i vinnuni. Tey vísa ein líðandi vøkstur í virkseminum, sum bendir á, at bæði land, kommunur og tað privata hava stórt álit á føroyskari ráðgeving, skrivar tíðarritið Føroysk Ráðgeving.

Ein og hvør, sum hevur tørv á føroyskum ráðgevaratænastum, kann á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum síggja í veitingarskrá, hvørjar uppgávur limirnir í Ráðgevarafelagnum bjóða seg fram at loysa.

Felagið og Byggiharrasamtakið hava eisini gjørt eina skabelón fyri ráðgevaraavtalur, sum kann takast niður av heimasíðuni.

Leinkja til Ráðgevarablaðið

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737