Ráðgevarafelagið tekur undir við Felagnum Peningastovnar

10. november. 2008 | Áskoðan

Ráðgevarafelagið tekur undir við áskoðanini hjá Felagnum Peningastovnar um, at tað skal vera samsvar millum skatting av rentuinntøkum og frádrátti/ella stuðli av rentuútreiðslum, hetta fyri m.a. at tryggja, at øll búðstaðarbygging hevur javnbjóðis møguleikar.

Í seinastu viku vísti Felagið Peningastovnar á, at verandi skipan við rentustuðli ikki er symmetrisk.

Ráðgevarafelagið heldur, at verandi reglur um rentustuðul ikki skunda undir og eggja ikki til eitt fjølbroytt bústaðarmynstur. Tvørturímóti hevur rentustudningur, mvg lóggáva, saman við grundstykkjapolitikkinum hjá kommununum, givið sethúsabygging stórar fyrimunir mótvegis øðrum bústaðarháttum.


Tí tekur Ráðgevarafelagið undir við sjónarmiðunum hjá Felagnum Peningastovnar, at reglurnar um rentustuðul eru órættvísar og mælir til, at øll bústaðarbygging hevur javnbjóðis møguleikar, eisini tá tað snýr seg um fíggjarligar fortreytir.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)