Ráðgevarafelagið við nýggjum tíðarriti

14. november. 2016 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

”Føroysk ráðgeving” kallast nýtt tíðarrit, sum felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni hevur latið prentað í 1.500 eintøkum og eftir ætlan fer at geva út árliga.

Tíðarritið er 40 síður og lýsir føroysku ráðgevaravinnuna úr ymsum sjónarhornum. Tosað verður við nýútbúgvin í vinnuni um teirra vónir og dreymar, víst verður á upprunan og stevnuna hjá Ráðgevarafelagnum, og stór avrik hjá vinnuni verða lýst.

Ráðgevaravinnan er lutfalsliga ung í Føroyum. Hon fór at taka dik á seg í 1960’unum, tá fyrstu fyritøkurnar vórðu stovnaðar, og ferð kom á at menna samferðslukervið. Síðan hava føroyingar projekterað nærum øll sløg av verkætlanum, ið hugsast kunnu.

Nevnast kunnu í hesum sambandi tunlar, havnir, vegir, orkuverk, sjúkrahús, flogvallarbygningar, røktarheim, skúlar, barnagarðar, parkeringshús og virkisbygningar. Tekniskar uppgávur hava verið m.a. vatnveitingar, elveitingarskipanir og fjarhitaskipan.

Í tíðarritinum verður víst á, at ráðgevaravinnan er ein av tungu vitanarvinnunum í Føroyum, og at føroyskir ráðgevarar eisini gera um seg uttanlands, m.a. á støðini hjá amerikanarum í Thule og á Grundartanga í Íslandi, har ein stór sólorkuverksmiðja skal byggjast.

Formaðurin í Ráðgevarafelagnum, Selmar Nielsen, staðfestir í samrøðu í ársritinum, at Føroyar kunnu vera sjálvveitandi við ráðgevaratænastum, tí føroyska ráðgevaravinnan hevur ongantíð havt fjølbroyttari førleikar enn nú.

”Føroysk ráðgeving” verður sent øllum viðkomandi viðskiftafólkum við postinum og sæst eisini her í teldutøkari útgávu. Grafikmaster hjá Kára við Rættará hevur sett upp og umbrotið, og í ritstjórnini er Uni Arge, journalistur.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4