Ráðgevarafelagið vísir aftur atfinningum frá Runavíkar kommunu

19. januar. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Runavíkar kommuna hevur í tíðindaskrivi á heimasíðu síni tann 17. Januar 2022 kunnað um arbeiðið at byggja svimjihyl í Runavík, har upplýst er, at Runavíkar kommuna nú uttan almenna kapping hevur skrivað undir partalagsavtalu fyri hetta arbeiði.

Ráðgevarafelagið ynskir Runavíkar kommunu blíðan byr við arbeiðinum at byggja nýggja svimjihylin, men vísir frá sær atfinningunum í tíðindaskrivinum frá Runavíkar kommunu um, at tað skal vera Ráðgevarafelagið, sum er atvoldin til at verkætlanin kom í drag og at tað hevur gingist, sum tað hevur gingist. Orsøkirnar til hetta skulu heldur finnast í royndunum hjá Runavíkar kommunu at bjóða hetta arbeiði út uttan atlit til føroysk viðurskiftir.

Tað, sum í tíðindaskrivinum verður nevnt “blokadan hjá Ráðgevarafelagnum”, er ikki annað enn, at ein samd føroysk ráðgevaravinna ikki ynskti at kappast undir slíkum treytum, har Runavíkar kommuna – fult vitandi – legði upp til, at ráðgevarafyritøkurnar og  entreprenørarnir uttan hóskandi samsýning skuldu átaka sær kostnaðin av at menna verkætlanina, tí ætlaða samsýningin fyri hetta langt frá  fór at dekka faktisku útreiðslurnar, sum hesir komu at hava.

Ráðgevarafelagið stendur tí framvegis við síni sjónarmið um hetta mál, sum tá vóru upplýst Runavíkar kommunu.

Vegna Ráðgevarafelagið

Klæmint Eliasen, formaður

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737