Ráðgevarar vísa ákærum hjá Landsverki aftur

07. desember. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ráðgevarafelagið vísir aftur ákærunum, sum stjórin á Landsverki í samrøðu við útvarpið hevur ført fram ímóti føroysku ráðgevaravinnuni. Felagið góðtekur ikki, at øll ráðgevaravinnan fær ábyrgdina fyri, at almennar byggiverkætlanir miseydnast. Felagsnevnarin fyri miseydnaðu verkætlanirnar tykist heldur at vera Landsverk

Útsøgnin hjá stjóranum á Landsverki um, at føroyskir ráðgevarar hava ábyrgdina av miseydnaðum almennum verkætlanum, kann bara fatast sum ein roynd hjá almenna byggiharranum at blaka ábyrgd frá sær, heldur Ráðgevarafelagið.

”Ein stórur trupulleiki, sum Landsverk hevur av verkætlanum, stavar helst frá tí háttinum, sum Landsverk sjálvt handfer verkætlanirnar. Í fleiri førum hevur umsitingin verið fløkt, og Ráðgevarafelagið, hevur í fleiri ár ávarað Landsverk og víst á vandarnar við fløktu umsitingini,” sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum.

Ein onnur orsøk til miseydnaðu verkætlanirnar er, at ambitiónirnar hjá almenna byggiharranum ofta eru nógv størri enn fíggjarkarmurin, og at tíðarætlanirnar eru veruleikafjarar. Neyðugt er ikki at hyggja longri enn út í Marknagil. Byggiharri har er Landsverk.

”Sera óheppið er, at Landsverk setir ráðgevaravinnuna í ringt ljós fyri at skáka sær undan egnari ábyrgd. Heldur átti Landsverk at hugt at síni egnu handfaring av verkætlanum, tí niðurstøðan tá hevði helst verið, at stovnurin ikki er tann rætti at umsita tílíkar verkætlanir,” sigur Selmar Nielsen.

Hann heldur, at áhugavert kundi eisini verið at kannað, um teir trupulleikar, stjórin á Landsverki hevur nevnt, eru alment galdandi ella bara galdandi fyri verkætlanir hjá Landsverki. Vanligt er ikki, at t.d. kommunur, almenn partafeløg og privatir byggiharrar koma sær út í somu trupulleikar sum Landsverk.

”Í verkætlanum í øðrum londum verða ikki bara ráðgevarar og byggifyritøkur eftirmett, men eisini byggiharrar. Hetta verður gjørt fyri at menna mannagongdirnar, tá bygt verður. Ráðgevarafelagið vil fegið vera við í tílíkum arbeiði í Føroyum,” sigur Selmar Nielsen.

Hann leggur aftrat, at veruleikin er, at fíggjarligi parturin til projektering í almennum verkætlanum minkar, meðan parturin til umsiting veksur.

”Hetta hevur ikki gjørt verkætlanirnar betri. Tað hevði tí tænt øllum pørtum betur, at neyðugi peningurin varð brúktur til sjálva projekteringina heldur enn umsitingina hjá Landsverki , sum als ikki hevur verið nóg góð,” sigur Selmar Nielsen.

Ráðgevarafelagið

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737