IMO 2025
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Radikal nýskipan á veg hjá IMO

23. juni. 2025 | Tíðindi | Shipping

IMO fyrireikar eina nýggja altjóða skipan, sum skal tryggja, at handilsflotin røkkur nettonull útlát í 2050

Alt bendir á, at londini í IMO (International Maritime Organization) í oktober 2025 fara at semjast um eina nýggja altjóða skipan, sum skal tryggja, at handilsflotin røkkur málinum um nettonull útlát í 2050. Vinnan tekur sum heild undir við hesi skipan, sum eisini fer at ávirka føroysk handilsskip.

12. juni varð aðalfundur hjá International Chamber of Shipping (ICS), har Reiðarafelagið fyri Handilsskip er limur. Umframt aðal- og nevndarfund skipaði ICS eisini fyri ráðstevnuni “Shaping the future of shipping”.

Ovast á breddanum fyri bæði ráðstevnuna og fundirnar hjá ICS var umrøða av krøvum frá IMO til altjóða handilsflotan og framtíðarskipanum, sum skulu setast í verk fyri at náa hesum málum.

IMO, sum er stovnur undir ST, hevur sett krøv til handilsflotan um eitt nettonull útlát í 2050. Ein liður í ætlanunum hjá IMO er at seta í gildi eina sokallaða “Net-Zero Framework”-skipan, sum byggir á tvær grundsúlur:

  • Ein tekniskur partur, sum skal meta um útlátsintensitetin av brennievni.
  • Ein fíggjarligur partur, sum skal eggja ella revsa út frá tí, hvussu væl skipini liva upp til málini.

Eftir drúgvar samráðingar tykist nú semja vera í eygsjón. Væntað verður, at nýggja skipanin verður samtykt á komandi fundi í IMO í oktober 2025. Endamálið er at fáa eina felags og javnbjóðis skipan, sum er galdandi fyri reiðarar allastaðni í heiminum.

Shippingvinnan metir, at uppskotið er eitt stig rætta vegin fyri at fáa eina eins skipan fyri øll lond. Fleiri reiðarar stúra tó fyri, at skipanin kann gerast torgreidd og fíggjarliga krevjandi, og at vandi er fyri at rinda fleiri ferð fyri sama útlát.

Leiðsluskifti í ICS
Á aðalfundinum var stjóraskifti. Fráfarandi aðalskrivarin, Guy Platten, takkaði fyri seg, og Thomas Kazakos tók við. Thomas Kazakos hevur verið stjóri í Reiðarafelagnum fyri handilsskip í Kýpros í mong ár. Hann hevur tí drúgvar royndir innan fyri shipping og kennir tí væl til arbeiðið, sum stendur fyri framman umframt tær avbjóðingar, sum eru við grøna orkuskiftinum.

Um ICS
ICS er høvuðsfelagið hjá reiðarafeløgum fyri handilsskipum kring allan heimin. ICS umboðar allar geirar av handilsskipum. Hetta svarar til yvir 80% av heimsins handilsflota. Reiðarafelagið fyri Handilsskip gjørdist limur í ICS í 2014.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3