Ráðstevna fyri føroysk og grønlendsk vinnulívs- og embætisfólk í Nuuk

17. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinnapartin settu løgmaður Føroya, Kaj Leo H. Johannesen, saman við grønlendska vinnumálaráðharranum, Jens-Erik Kirkegaard, ráðstevnu, sum í sambandi við vinnuferðina til Grønlands varð fyriskipað í grønlendska mentanarhúsinum Katuaq. Umframt føroysku luttakarnar varð ráðstevnan eisini væl vitjað av grønlendskum vinnulívsfólki og umboðum fyri grønlendsku myndugleikarnar.

Ráðstevnan var í gjár býtt upp í tríggjar partar. Í fyrsta partinum greiddu Jørn Skov Nielsen, aðalstjóri í grønlendska vinnumálaráðnum, Ole Christiansen, stjóri í Nuna Minerals, og Brian Buus Pedersen, stjóri í Grønlands Arbejdsgiverforening, frá støðuni og útlitunum í sambandi við kolvetnis- og mineralvirksemi í Grønlandi.

Annars partur snúi seg um føroysku royndirnar í sambandi við kolvetnisvirksemi. Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, tosaði um vinnu- og førleikamenning í Føroyum, Gunnbjørn Joensen, stjóri í Thor Offshore, greiddi frá søguni hjá Thor frá at vera eitt vanligt reiðarí innan fiskivinnuna til eisini at verða virkin innan frálandavinnuna. Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesu, tók samanum føroysku royndirnar í sambandi við lóggávu og tiltøk í mun til at tiltrekkja útlendskar íløgur til Føroya.

Í triðja partinum høvdu umboð fyri tríggjar føroyskar fyritøkur og umboð fyri tríggjar grønlendskar fyritøkur høvi at leggja fram teirra tankar um, hvørjir fyrimunir er at vænta í mun til ráevnisleitingar. Føroysku umboðini vóru Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship og Gunnbjørn Joensen, stjóri á Thor Offshore. Grønlendsku umboðini vóru Martin Ben Shalmi frá Xploration Services Greenland & Greenland Petroleum, Trine Jensen frá Shell Grønland og John Rasmussen frá Royal Arctic Line.

Dagurin í gjár endaði við døgurða fyri innbodnum á Hotel Hans Egede, har løgmaður var vertur.

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri vinnuferðini, har 48 luttakarar umboðandi 34 fyritøkur eru við.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737