Ráðstevna um broytta brúkaraatferð og talgildu framtíðina

02. mai. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hósdagin 12. mai 2016 kl. 9 – 12 í fabrikkini hjá Öström

Kom og hoyr Dorte Wimmer frá Scandinavian Retail Institute  greiða frá brúkaraatferðini hjá keypisterka ættarliðnum Y, sum eru ung millum 15 og 33 ár. Hoyr um hvussu øðrvísi hesi eru háttað í mun til ung í undanfarnum ættarliðum, og hvussu hin handlandi má vera til staðar uttan mun til nær, hvar ella hvussu hesi ungu ynskja at keypa. Hoyr eisini hvat Dorte Wimmer hevur at siga um framtíðina hjá staðbundna handilinum, sum vit kenna hann í dag.

Tiltakið er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri handli og sølu.


Luttøkukostnaður og tilmelding

Limir í Handilsvinnufelagnum:

- Kr. 0,- fyri ein luttakara í hvørjari limafyritøku

- Kr. 250,- fyri hvønn starvsfelaga sum kemur afturat

Luttakarar sum ikki eru limir í Handilsvinnufelagnum:

- Kr. 750,-

Tilmeldingin er bindandi og fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

Seinasta freist at melda til er mánadagin 9. mai.

Skráin

Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia heldur fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel.

Ólavur Ellefsen, stjóri á Tökni, hugleiðir um, hvørjar KT- møguleikar føroyska handilsvinnan hevur, og hvørjar væntanir føroyski brúkarin hevur til talgildar loysnir nú og í framtíðini.

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur á Lóðri, leggur fram greining av støðuni í føroysku handilsvinnuni.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737