Ráðstevna um burðardygga bygging 24. november

01. november. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mikudagin 24. november verður ráðstevna um burðardygga bygging á Hotel Hilton. Føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar greiða frá teirra verkætlanum innan burðadygga bygging.

Tað er einki loyndarmál, at heimsins samfelagsmenning ikki er burðardygg. Í samfelagsmenningini hevur byggivinnan ein stóran part og er tí eisini millum tær vinnur, ið nýtir mest av heimsins náttúratilfeingið, nýtir mest evnindi, framleiðir mest burturkast og stendur fyri størsta partinum av samlaða útlátinum. Tískil er byggivinnan vorðin ein brennidepil ið heimsins veðurlagspolitikki.


Hóast tann føroyska byggivinnan ikki kann sigast at veita tað størsta íkasti til umhvørvisávirkanina frá byggivinnuni sum heild, so fer hon tó í framtíðini at verða ávirkað av tí burðardyggu menning, ið grannalondini nú eru farin undir. Eisini hevur Føroyar tikið undir við París avtaluni og tess bundið tjóðina til eina burðardygga menning av samfelagnum. Av hesum orsøkum, umframt vernd av okkara egna umhvørvi, er grundarlag fyri at taka burðardygd upp sum evni á eini ráðstevnu, ætlað øllum virkandi pørtum innan byggivinnuni í Føroyum. Tørvur er á at førleikamenna vinnuna og at taka upp evnir sum kunnu leggja upp til kjak um framtíðar menning av vinnuni sum heild.

Tað eru Ráðgevarafelagið, Føroya Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtakið, sum skipa fyri ráðstevnuni um burðardygga bygging. Ráðstevnan verður tann 24. november klokkan 12:00 – 16:30. Fyriskipararnir ynskja at bjóða øllum virkandi innan byggivinnuna í Føroyum til at luttaka.

Gevið gætur, at krøv fara at vera sett til tey tilmeldaðu á ráðstevnuni viðvíkjandi prógv fyri koppseting ella negativa korunukanning.

Kostnaður:

2000 kr. pr. luttakara

Síggj skránna her

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Hotel Hilton fyri at kunna luttaka á Ráðstevnuni.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737