Ráðstevna um endurskapandi ferðavinnu

11. oktober. 2021 | Tíðindi | Ferðavinna

NORA og Visit Faroe Islands skipa 19. og 20. oktober fyri norðurlendskari ráðstevnu á Hotel Føroyum

Spurningarnir, sum verða viðgjørdir á ráðstevnuni, eru millum annað, hvat endurskapandi ferðavinna er, og hvussu vit tryggja, at ferðavinna kemur íbúgvum á staðnum til góðar.

Høvuðsrøðarin Anna Pollock hevur drúgvar royndir á økinum, bæði sum granskari og ráðgevi hjá visit-feløgum kring heimin. Hon hevur í fleiri ár víst á týdningin av at skipa ferðavinnuna soleiðis, at hon er til fyrimuns fyri øll, sum eru knýtt at einum ferðamáli, tvs. bæði vinnuni, íbúgvunum á staðnum, náttúruni og ferðafólkunum

Umframt Onnu Pollock verða eisini framløgur um, hvat kann gerast fyri at tryggja, at ferðavinnan er góð fyri tey fastbúgvandi, har ferðavinna tekur seg upp.  Stjórin á Visit Norway leggur fram um teirra nýggju ferðavinnustrategi, og Zita Cobb úr Nýfunlandi fer at greiða frá verkætlanini um Fogo Inn.

Umframt hetta verða eisini styttri framløgur, har ferðavinnuveitarar úr Norðanlondum greiða frá við ítøkiligum dømum um, hvussu tey hava skipað teirra ferðavinnu burðadygt.

Ráðstevnan er ætlað starvsfólkum í ferðavinnuni, lands- og kommununalpolitikkarum og teimum, sum hava áhugað í ferðavinnuni.

Nærri kunning og tilmelding er á heimasíðuni hjá NORA: https://nora.fo/regenerative-2021

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737