Rætturin at vera heima hjá sjúkum barni

11. januar. 2011 | Áskoðan

Rætting til útsagnir hjá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, sigur í viðmerking bæði á Vágaportalinum og í Sosialinum, at tímalønt eiga at sleppa heim at ansa sjúkum børnum við fullari løn. Hetta eiga tey at sleppa, tí øll fastlønt hava henda rætt.
Hetta er beinleiðis skeivt.
Á privata arbeiðsmarknaðinum hava bara nakrir fáir bólkar rætt til at vera heima hjá sjúkum barni. Hetta eru tey, sum eru fevnd av sáttmálunum fyri bankar, sparikassar og tryggingarfeløg, Posta og Føroya Tele.  Eingin annar á privata arbeiðsmarknaðinum hevur henda rætt sáttmálagivnan, tað veri seg fastlønt ella tímalønt.
Tað er eisini skeivt, tá Hans Pauli Strøm sigur, at tað eru arbeiðsgevarar, sum ikki vilja geva henda rætt. Í sínum eginleika sum landsstýrismaður í 2007 royndi Hans Pauli Strøm at fáa Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini at skriva áseting um barnsins fyrsta sjúkradag í sáttmálarnar teirra millum. Tá var støða Føroya Arbeiðsgevarafelags, at hetta var í lagi, um arbeiðarafeløgini vildu rinda fyri hetta yvir karmin. Eftir hetta trektu arbeiðarafeløgini ynski aftur. Ongar veruligar samráðingar vóru um hetta.
Til samráðingarnar við arbeiðarafeløgini í 2010 var tað einans Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum setti kravið fram. Tá vildi Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki viðgera tað, tí at hetta ikki var eitt krav frá hinum fýra arbeiðarafeløgunum, og tað varð mett óheppið at fáa tílíkar ásetingar inn í einans ein av teimum fimm arbeiðarasáttmálunum.
At Føroya Arbeiðsgevarafelag krevur, at hesin rættur verður tikin av karminum, er tað ikki nakað løgið í. Tey, sum í dag hava henda rætt, hava so ella so goldið fyri hann í lønarkrónum. Soleiðis virkar arbeiðsmarknaðurin og samráðingarnar á hesum.
Tað er ikki bara á hesum øki, at tað er munur millum sáttmálarættindi hjá ymsum starvsbólkum, men hesir munir eru íkomnir orsakað av, at avvarandi feløg hava raðfest ymiskt.
Føroyski arbeiðsmarknaðurin er eyðkendur av tí sokallaða “danska modellinum”. Grundleggjandi í hesum er fríi samráðingarrætturin, og at staturin ikki blandar seg óneyðuga í viðurskifti millum arbeiðsgevara og løntakara. Verður samráðingarrætturin skerdur, verður minni at samráðast um, og vandin fyri ósemjum og lønartrýsti veksur. Skal arbeiðsmarknaðurin framvegis vera vælvirkandi, er tað av alstórum týdningi, at politiska skipanin ikki, orsakað av misskiltum vælvilja, samtykkir við lóg tað, sum fakfeløgini í samráðingum raðfesta lágt.
Tað er ørkymlandi at heili tvey uppskot um rættin at vera heima hjá sjúkum barni verða løgd fram á tingið sama dag. Ein vælvirkandi arbeiðsmarknaður er ikki ein sjálvfylgja, og Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar tí, at tingfólk ikki í óðum verkum fyri at tykjast veljarinum fara at samtykkja uppskot, sum eru við til at undirgrava føroyska arbeiðsmarknaðin.

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816