Realkompetansumeting – ein møguleiki í Føroyum eisini?

23. mai. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í farnu viku skipaði Mentamálaráðið, í samstarvi við onnur, fyri ráðstevnu um førleikametingar (realkompetansumetingar), og hvussu hetta í øðrum norðurlondum verður nýtt at meta um veruligu førleikarnar hjá tí einstaka, formligar sum ikki-formligar.

Tað vísir seg ofta, at tað kunnu vera forðingar fyri møguleikunum at virka á arbeiðsmarknaðinum, um tú ikki hevur eina formliga útbúgving. Tað kann vera alt frá trupulleikum hjá einum arbeiðsgevara at kunna taka upp lærlingar, til trupulleikar við at fáa eitt nýtt arbeiði, hóast ein persónur hevur drúgvar royndir innan eitt ávíst arbeiðsøki.
Førleikametingar í øðrum norðurlondum verða m.a. nýttar til at skjalprógva førleikar í s.v. upptøku til útbúgvingarpláss. Um førleikametingin vísir, at persónurin hevur viðkomandi førleikar, kann útbúgvingartíðarskeiðið vera stytt, tí persónurin sleppur undan at taka ávís fak, har førleikarnir eru prógvaðir í førleikametingini. Á henda hátt kann ein førleikameting gera tað lættari hjá einum persóni við royndum at fáa pappír uppá sínar førleikar.
Hóast nógv fokus hevur verið á útbúgving og lívslanga læring, hava Føroyar enn onga slíka skipan við førleikameting. Vónandi er áhugin nú kveiktur fyri at stovna slíkar í Føroyum eisini.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)