Reiðarafelagið fyri Farmaskip gjørt nýggjar sáttmálar við manningarfeløgini

19. mars. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

RFF og trý av manningarfeløgunum undirskrivaðu í gjár semju

Reiðarafelagið fyri Farmaskip undirskrivaði mikudagin semju við Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Føroya Motorpassarafelag um nýggjar sáttmálar fyri farmaskipini. Sáttmálin er galdandi frá 1. mars 2009 til 1. mars 2011.
Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka 3,22% 1. mars í ár og 3,22% 1. mars 2010. Harafturat eru nakrar aðrar broytingar í sáttmálanum, sum tó eru neutralar í mun til yvirskipaða lønarkarmin. Samanumtikið eru lønarhækkingarnar sostatt á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum gjørdir eru á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)