Reiðarafelagið fyri Handilsskip: FAS-skipanin er grundarlagið fyri einum føroyskum handilsflota

14. februar. 2022 | Tíðindi | Shipping

Fríggjadagin 11. februar 2022 hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Jens Meinhard Rasmussen legði fram ársfrágreiðing felagsins, har hann legði stóran dent á týdningin av eini kappingarførari FAS-skipan, um vit í Føroyum skulu hava ein altjóða handilsflota.

Seinastu tíðina hevur FAS-skipanin verið nógv viðgjørd alment, og ført hevur verið fram, at FAS-skipanin hevur ávísar vansar, um hon ikki verður umsitin á rættan hátt.

RFH tekur fult undir við, at landsins myndugleikar hava eftirlit við hesi skipan og harvið forða fyri møguligari misnýtslu. RFH metir, at um myndugleikar ynskja at kanna FAS-skipanina nærri, eru tað í størri mun aðrar skipanir kring FAS, sum tørvur kann vera at hyggja at.

Felagið mælir tí til, at bæði FAS-skipanin og aðrar atknýttar skipanir verða endurskoðaðar. T.d. er sera týdningarmikið, at eftirlitið við skipanini verður styrkt, so at myndugleikar kunnu útinna eitt betri og meira fullfíggjað eftirlit.

- Reiðarí hava ábyrgd at tryggja, at virksemi, rakstur og menning fer fram á ein ábyrgdarfullan hátt, sum er burðardyggur sosialt, fíggjarliga og í mun til umhvørvið, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.

Síðani lógin um FAS-skipanina varð broytt í 2008, er føroyski handilsflotin nógv vaksin. Handilsskip eru í dag ein týðandi inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum og skapar fleiri arbeiðspláss til okkara sjófólk og fólk við høgari serfrøði. Harumframt er handilsflotin við til at javna búskaparligu sveiggini í Føroyum, tí talan um eina altjóða vinnu, sum ikki er knýtt at samfelagsgongdini her heima.

Menningin av føroyska handilsflotanum hevur ført til nýggjar vinnumøguleikar á sjógvi og landi. Hetta er ein sólskinssøga á maritima økinum, har vit við støði í okkara siðbundna styrki hava ment ein framkomnan nýggjan vinnuveg og starvsmøguleikar. FAS-skipanin er grundarlagið undir øllum hesum virksemi, og tí eigur skipanin at mennast, soleiðis at hon framhaldandi kann vera ein týðandi partur av føroyskum vinnulívi.

Til ber at lesa alla ársfrágreiðingina hjá RFH her.

Álvur Højgaard nýggjur nevndarlimur

Á aðalfundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Jónas Sigmarsson  fyri vali. Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen og Sjúrður Johansen vórðu valdir aftur, meðan Jonas Sigmarsson ikki ynskti at stilla upp aftur. Til nýggjan nevndarlim valdi aðalfundurin Álvur Højgaard.

Í nevndini sita: Jens Meinhard Rasmusesn, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Álvur Højgaard. Nevndin hevur skipað seg við Jens Meinhard Rasmussen sum formanni og Hentzar Steingrímsson sum næstformanni.

Annað á breddanum

  1. Tony Rasmussen í Vinnukikaranum

    Vinnukikarin er aftur – við Tony Rasmussen, nýggja stjóranum í Ársins Virki 2025, Poul Hansen. Hoyr um leiðslu, menning og framtíð

    20. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    Vinnukikarin Perma
  2. MVG-hækkanin fer ikki at geva meirinntøku í landskassan

    Bilasølufelagið heldur fast við, at lógarbroytingin, sum hækkar MVG-avgjaldið á sølu av leigubilum, ikki fer at geva landskassanum ta væntaðu meirinntøkuna á 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið hevur mett fyri komandi ár.

    20. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    Bil
  3. Kunningartiltak um útlendsk starvsfólk

    Hvat skalt tú sum arbeiðsgevari vita, tá ið tú hevur útlendsk starvsfólk í starvi? Kom á kunningartiltak í Vinnuhúsinum 23. oktober

    17. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    2148902523