Reiðarar úr øllum heiminum í Føroyum

17. juni. 2019 | Tíðindi | Shipping

Reiðarafelagið fyri Handilsskip var í farnu viku vertur fyri aðalfundinum hjá ICS

International Chamber of Shipping, ICS, hevði mikudagin og hósdagin í farnu viku aðalfund sín á Hotel Føroyum. Reiðarafelagið fyri Handilsskip var vertur og skipaði í sambandi við aðalfundin eisini fyri ferð út í Tindhólm og undir Sørvágsbjørgini og fyri døgurða á Hotel Hafnia, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum Poul Michelsen sýndi ta vælvild at luttaka.

ICS er fremsta altjóða vinnugreinafelagið fyri handilsskipareiðarar og umboðar yvir 80 % av altjóða handilsflotanum. ICS umboðar reiðarar í IMO og í øðrum viðkomandi felagsskapum. Tað er eisini ICS, sum á hvørjum ári ger ta viðurkendu Flag State Performance Table, ið ger upp góðskuna á altjóða skipaskráunum, og har Føroyska Altjóða Skipaskráin liggur millum tær allarbestu.

Vitjanin var stak væleydnað, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, fegnast um høvið at vera vertur fyri ICS aðalfundinum 2019. Tað hevur týdning, at vit við at bjóða starvsfeløgum úr øllum heiminum hendavegin vísa, at Føroyar eru eitt framkomið samfelag, sum eisini innan shipping hevur eina nútímans og kappingarføra vinnu og eitt regluverk á altjóða støði.

Ársfrágreiðingin hjá ICS sæst her.

Flag State Performance Table sæst her.

Til ber at lesa meira um ICS her.

Á myndini síggjast: Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH; Esben Poulsson, formaður í ICS; Guy Platten, aðalskrivari í ICS.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737