Reiðilig prísáseting

08. juli. 2008 | Áskoðan

Í kjalarvørrinum av ringu støðuni, sum fleiri fiskiskip eru komin í, hevur verið eitt sindur av rumbuli um avmarkingarnar fyri at avreiða uttanlands.

Millum annað hevur Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaðurin í Fiski- og Tilfeingismálum, í skrivi víst á, at ætlanin er tíðaravmarkað at gera nakað við avmarkingarnar viðvíkjandi landingargáttini uttanlands, um so er, at hendan í løtuni er ein bági fyri partar av flotanum, serliga nú keypikraftin er makari í Føroyum, enn hon hevur verið.
Við Dag & viku mánakvøldið 30. juni segði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, soleiðis: “Viss okur lukka av her og siga allur fiskur skal landast bara til føroyskar ráfiskakeyparar, so kunnu okur øgiliga lætt fáa eina heilt aðra príslegu galdandi í Føroyum, enn tað er galdandi á heimsmarknaðinum, og tað ber slett ikki til.”
Hesar orðingar kunnu kanska geva summum tað fatan, at føroyskir ráfiskakeyparar ótarnaðir kunnu seta sína egnu príslegu fyri fisk, sum verður avreiddur í Føroyum. Veruleikin er tó ein annar, og tí heldur Føroya Ráfiskakeyparafelag tað vera neyðugt at gera nakrar viðmerkingar til hesar orðingar.
Tað er kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005, sum ásetur treytirnar fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands. Henda kunngerð hevur sum meginreglu (§2), at øll veiða skal avreiðast um eina innvigingarskipan í Føroyum, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum. Tað er tó einki í hesari kunngerð, sum forðar øðrum, enn føroyskum ráfiskakeyparum, at bjóða uppá hesa veiðu. Møguleiki er sostatt hjá útlendskum feløgum at keypa fisk í Føroyum, og hetta skuldi í sær sjálvum borga fyri, at vit ikki kunnu fáa eina heilt aðra príslegu í Føroyum enn aðrastaðni.
Fyri tað næsta eru nøkur undantøk til sjálva høvuðsásetingina um, at øll veiða skal avreiðast um eina innvigingarskipan í Føroyum. Millum annað kunnu fiskifør avreiða uttanlands upp til 25% av samlaðu veiðini, uppgjørt 4. hvønn mánað (§4, stk.1).
Um tað var soleiðis, at ein heilt onnur príslega var galdandi í Føroyum enn aðrastaðni, so hevði hetta væntandi sæst aftur í, at flestu skip brúktu møguleikan at avreiða uttanlands fult út. Sambært upplýsingum frá Fiskiveiðieftirlitinum, gera flestu skipabólkar tó nærum als ikki nýtslu av hesum møguleika. Einasti skipabólkur, ið avreiðir munandi nøgdir uttanlands, eru lemmatrolararnir, og her finnast eisini dømi um skip, ið avreiða nærum alla sína veiðu uttanlands.
Tá lemmatrolarar fara út um gáttina á 25%, skulu teir sambært kunngerðini rinda avgjald, svarandi til 30% av søluvirðinum av tí veiðu, sum er avreidd ov nógv beinleiðis uttanlands (§5, stk.2). Eftir síni bestu sannføring, heldur Føroya Ráfiskakeyparafelag ikki, at tað kann vera so stórur munur á prísleguni í Føroyum og t.d. Skotlandi, at tað kann loysa seg at sigla niður við veiðuni og rinda eitt avgjald á 30% av stórum parti av søluvirðinum. Um prísmunurin veruliga var so stórur, vildi tað hinvegin verið løgi, at onnur skip og skipabólkar ikki eisini avreiddu meira uttanlands.
Samanumtikið ynskir Føroya Ráfiskakeyparafelag at vísa á, at tað er ein misskiljing, um ein heldur, at føroyskir ráfiskakeyparar hava nakran úrvalsrætt fram um útlendskar keyparar, at bjóða uppá tann fisk, sum verður avreiddur um eina føroyska innvigingarskipan. Tað er einki í kunngerðini um avreiðing, sum forðar útlendskum fyritøkum, at keypa fisk í Føroyum, á jøvnum føti við føroyskar fyritøkur. Herumframt kunnu føroysk skip sigla aðrastaðni við pørtum av veiðuni og tí er ikki grundarlag fyri uppáhaldinum um, at vit fáa eina aðra príslegu í Føroyum enn hvat heimsmarknaðurin annars kann bjóða.

Annað á breddanum

  1. Semingsuppskotið havnað

    Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, legði í nátt kl. 01:05 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

    11. Mai. 2024 | Ferðavinna
    Vinnuhusid 4
  2. Semingsstovnurin hevur lagt semingsuppskot fram

    Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði í nátt kl. 01.10 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.

    11. Mai. 2024 | Burðardygd
    Mynd
  3. Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg

    Mikudagin tann 24. apríl var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald av aðalfundinum.

    06. Mai. 2024 | Handverk og ídnaður
    Nevndin Í Handilsvinnufelagnum