Loop Forum 1
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Ringbúskapur snýr seg eisini um kappingarføri

04. mai. 2026 | Tíðindi | Burðardygd

Ringbúskapur kann gerast ein kappingarfyrimunur hjá fyritøkum, sum duga at gagnnýta tilfeingi betur og skapa nýtt virði úr avlopstilfari

Tað var ein av greiðu boðskapunum á LOOP Forum í Keypmannahavn í síðstu viku, har evnið í ár var “Securing resources for stronger business”. Sjóneykan varð sett á, hvussu trygg atgongd til tilfeingi og betri gagnnýtsla av tilfari kunnu styrkja vinnuligt kappingarføri.

Súsanna Berg, ráðgevi í Vinnuhúsinum, var við á ráðstevnuni. Hon heldur, at tað serliga var áhugavert at síggja, hvussu fyritøkur í verki arbeiða við ringbúskapi.

“Tað var sera spennandi at hoyra ítøkilig dømi um, hvussu fyritøkur arbeiða við ringbúskapi. Fleiri hava tikið sonevndar afturtøkuskipanir til sín, har kundar kunnu lata vørur inn aftur til umvælingar. Samstundis fáa fyritøkurnar virðismikla afturboðan frá kundunum,” sigur Súsanna Berg.

Á ráðstevnuni vórðu fleiri dømi løgd fram um, hvussu avlopstilfar og ídnaðarspill kunnu verða til nýtt virði. Eitt nú kann restglas brúkast til nýggjar glaslutir, tekstil til fyllu í møblum, timbur til smærri byggiverkætlanir og restleður til smálutir.

Sambært Súsannu Berg snýr hetta seg ikki bara um burðardygd, men eisini um søguna handan vøruna.

“Kundar leggja í vaksandi mun dent á, hvaðani vørur koma, og hvussu tær eru framleiddar. Tað kann til dømis hava virði fyri eitt hotell at kunna greiða frá, at avlop frá gólvteppum er nýtt sum ífylla í møblum á hotellinum,” sigur hon.

Á LOOP Forum varð eisini dentur lagdur á, at ringbúskapur krevur nýggjar arbeiðsgongdir. Fyritøkur skulu í størri mun kunna taka vørur inn aftur, taka tær sundur, umvæla og seta tær saman av nýggjum. Tað krevur bæði leiðslu, samskipan og gott innanhýsis samskifti.

Geopolitiska støðan var eisini ein týðandi partur av kjakinum. Í einum heimi við tilfeingistroti og vaksandi óvissu verður trygg atgongd til ráevni og betri gagnnýtsla av tilfeingi ein týðandi partur av framtíðar kappingarføri.

Súsanna Berg heldur, at evnið eisini er viðkomandi fyri føroyska vinnu.

“Vit eru á veg í Føroyum, og tað hevði verið eitt gott hugskot við einum líknandi degi, har vit seta ringbúskap á breddan, vísa, hvussu langt vit eru komin, og samstundis kjakast um, hvussu vit kunnu seta enn meiri ferð á,” sigur Súsanna Berg.

Myndir: LOOP Forum

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)