Vinnuhusid 4
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

24. mars. 2025 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin loksins hevur sett nýskipan av almenna geiranum á dagsskránna

Tað er gott at hoyra, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, og politiska skipanin hava stórar ætlanir at skipa almenna geiran av nýggjum, og at arbeiðið eftir ætlan fer av bakkastokki eftir summarfrítíðina.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við hesum og skilir, at uttanhýsis serfrøði og ráðgeving eisini verður partur av arbeiðinum. Tað frøir okkum at hoyra, tí týdningurin av at venda hvørjum einasta steini, sjónarhorni og uppskoti er ovurhonds stórur og skal ikki undirmetast.

Tá ið politiska skipanin hevur avdúkað, at arbeiðið skal fremjast í verki, eru hyggjuráðini at seta hóskandi tíðarfreist til fyrireiking og so seta fulla ferð á arbeiðið. Endamálið eigur at vera, at tænasturnar, sum tað almenna veitir í dag, verða effektivari til frama fyri borgarum og skattgjaldarum.

Tað er alneyðugt at tryggja, at stóru íløgurnar, sum tað almenna hevur gjørt í KT og talgilding seinnu árini, nú bera ávøkst, tí kunnu tær gera arbeiðsgongdirnar einfaldari, veitingina skjótari og útreiðslurnar minni.

Í fjør, tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaði fyri tiltaki um langtíðarhaldførið, varð millum annað ljós varpað á lítlu eindirnar í tí almenna. Politiska skipanin má hava dirvi at eftirmeta tal og stødd á almennum eindum, tí tað er sjón fyri søgn, at stórur partur av orkuni í lítlu eindunum fer til fyrisiting.

Og nú, tá ið løgmaður og politiska skipanin loksins hava sett nýskipan av almenna geiranum á dagsskránna, so er tað eisini neyðugt at endurskoða markamótini millum kommunala geiran og landið í sama viðfangi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er á einum máli um, at tað ber væl til at effektivisera og skipa almenna geiran av nýggjum. Eitt nú er TAKS gott dømi um tað, og tí er tað umráðandi at taka slíkar royndir við í fyrireikingararbeiðið.

Vit í Føroya Arbeiðsgevarafelag seta fegin tíð og orku av til at vera við í arbeiðinum, um boð eru eftir okkum.

Annað á breddanum

  1. Føroysk vinna sær møguleikar í Grønlandi

    Vinnulívsfólk greiddu frá sínum royndum og umrøddu møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum á grønlendska marknaðinum

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    IMG 0048
  2. Ulla Joensen nýggj í nevndini

    Ulla Joensen varð vald í nevndina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum, har ársfrágreiðingin hjá felagnum eisini varð løgd fram

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    IMG 9984
  3. Vinnudagurin verður 18. september

    Fríggjadagin 18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin

    16. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 19