Roykilógin kemur í gildi týsdagin 1. juli

30. juni. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

10. juni 2008 varð nýggja lógin um tiltøk at minka um royking samtykt í løgtinginum. Endamálið við lógini er at tryggja øllum roykfrítt umhvørvi, og at avmarka markaðarføring og sølu av tubbaki.

Royking hevur verið bannað á almennum arbeiðsplássum í fleiri ár. Nú umfatar roykilógin eisini privat arbeiðspláss har fleiri enn eitt starvsfólk starvast. Forboðið er galdandi fyri øll hølir har ein ella fleiri arbeiðstakarar arbeiða. Somuleiðis fyri flutningsfør so sum hýruvognar, bussar, ferjur, bátar, flogfør og tyrlur.
Lógin hevur tó undantøk. Leiðslan á privatari fyritøku kann taka avgerð um, at loyvt er at roykja í serstøkum roykirúmum, sum bert eru ætlað at roykja í. Loyvið er tó treytað av, at roykur ikki er til ampa ella vanda fyri onnur, í øðrum pørtum av bygninginum.
Lógin ásetur, at Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið hava alment eftirlit við lógini og kunnu melda brot á lógina. Brot á lógina verða sektaði við bót.
 

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)