Rúmligur arbeiðsmarknaður fyri øll

Tiltak: Hvussu kunnu arbeiðsgevarar skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað fyri fólk við ymiskum førleikum?

Føroya Arbeiðsgevarafelag 11. juni. 2026 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Sosial burðardygd og rúmligi arbeiðsmarknaðurin verða sett á skránna, tá ið netverkið Varandi Vinna skipar fyri kunnandi tiltaki í Vinnuhúsinum mikudagin 17. juni.

Tiltakið snýr seg um, hvussu arbeiðspláss kunnu lofta fólki, sum í dag standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin, ella sum kenna seg føst í skipanum uttan møguleika at flyta seg víðari.

Kristianna Torbjarnardóttir frá Almannaverkinum, Elin Ludvig frá Dugna og Høgni í Stórustovu frá ALS fara at greiða frá teimum skipanum, sum eru tøkar, og hvar arbeiðspláss kunnu fáa hjálp og vegleiðing.

Eisini verður høvi at hoyra frá einum borgara, sum greiðir frá sínum royndum við skipanunum og tilgongdini at koma út á arbeiðsmarknaðin.

Jenny A. í Heiðunum frá Hotel Djurhuus, sum varð kosið ársins rúmligi arbeiðsgevari í 2025, fer eisini at greiða frá sínum royndum við at skapa eitt rúmligt arbeiðspláss.

Tiltakið verður í Vinnuhúsinum mikudagin 17. juni kl. 14.00-15.30.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku. Melda til niðanfyri.

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

 Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum

 

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)