Snarskeið Burðardygd

Rúmligur arbeiðsmarknaður fyri øll

11. juni. 2026 | Tiltak

Sosial burðardygd og rúmligi arbeiðsmarknaðurin verða sett á skránna, tá ið netverkið Varandi Vinna skipar fyri kunnandi tiltaki í Vinnuhúsinum mikudagin 17. juni.

Tiltakið snýr seg um, hvussu arbeiðspláss kunnu lofta fólki, sum í dag standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin, ella sum kenna seg føst í skipanum uttan møguleika at flyta seg víðari.

Kristianna Torbjarnardóttir frá Almannaverkinum, Elin Ludvig frá Dugna og Atli Gregersen frá ALS fara at greiða frá teimum skipanum, sum eru tøkar, og hvar arbeiðspláss kunnu fáa hjálp og vegleiðing.

Eisini verður høvi at hoyra frá einum borgara, sum greiðir frá sínum royndum við skipanunum og tilgongdini at koma út á arbeiðsmarknaðin.

Jenny A. í Heiðunum frá Hotel Djurhuus, sum varð kosið ársins rúmligi arbeiðsgevari í 2025, fer eisini at greiða frá sínum royndum við at skapa eitt rúmligt arbeiðspláss.

Tiltakið verður í Vinnuhúsinum mikudagin 17. juni kl. 14.00-15.30.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku. Melda til niðanfyri.

 

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

 

Annað á breddanum

  1. Jørgin Jacobsen í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaran tosa vit við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur og at síggja møguleikar uttan fyri Føroyar

    29. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Jørgin Jacobsen Vinnukikarin Heimasíða 2
  2. Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

    Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    20260929 103057000 Ios
  3. Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

    Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5467