Samanumtøka av kjakinum á Vinnudegnum 2010

04. oktober. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Skipað varð fyri kjakið á Vinnudegnum 2010. Í kjakinum skiftu Uni Arge og Brynhild Thomsen orð við Hans Andrias Sølvará, Súsannu Danielsen og Pól Huus Sólstein um teir ævigu mótsetningarnar, sum gera seg galdandi í okkara samfelag, og um tað er ein framtíð á klettunum fyri okkum og komandi ættarlið av føroyingum.

Umrøtt var spurningurin um fiskivinnuna, sum hevur klovið løgtingið í tvey, og ta sannroynd, at øll tey siðbundnu fiskivinnusamfeløgini í Norðurhøvum hava sínar stóru avbjóðingar at yvirliva. Fá fólk tíma at arbeiða í fiski, og serliga konufólkini flyta, tí tey finna seg ikki til rættis í veiðimentanini. Ungfólk flyta burtur í stórum tali at nema sær útbúgving, og mong flyta ongantíð heimaftur. Færri og færri arbeiðsfør fólk verða tí at bera byrðarnar, og tey eldru verða lutfalsliga fleiri.
At tað í dag eru 2.000 færri kvinnur í Føroyum enn menn, og mong útbúgvin koma ikki heimaftur orsakað av vantandi avbjóðingum. Og at tey, sum koma aftur, hvørva ofta inn í almenn størv og hoyrast ikki í orðaskiftinum, kanska tí tey óttast fyri at verða revsað, um tey taka orðið.
Harumframt var kjakast um, at hægru lærustovnarnir í landinum eru so veikir, at teir sjáldan megna at geva politiskum pástandum mótspæl við eftirkannaðum sannleikum.

Spurningurin um tað er tilvildin, sum ræður, og at tey, sum duga best at røkja egin áhugamál, var eisini umrøddur.
Ein av niðurstøðunum av kjakinum var, at tað mangla raðfestingar og yvirskipaðar ætlanir fyri, hvussu føroyska vinnan skal skipast í framtíðini, soleiðis at vinnufyritøkur kunnu leggja sær ætlanir, uttan at óttast broyttar fortreytir í tíð og ótíð.

Somuleiðis hava vit ilt við at flyta okkum frá tí industriella samfelagnum til vitanarsamfelagið, og at hetta sæst í teimum raðfestingum, sum gjørdar verða, m.a. í mun til hægri lærustovnar.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)