Samlaða tøkan av alilaksi var 95 tús. tons í fjør

10. januar. 2022 | Tíðindi | Havbúnaður

Tøkan av alilaksi var 95 tús. tons í kruvdari vekt í 2021. Hetta er umleið 30% meira enn í 2020 og eisini meira enn metárið 2019.

Tøkan av alilaksi var í fjør 95.000 tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til uml. 115.000 tons í rundari vekt.

Talan er sostatt um eina væl størri tøku í mun til 2020, tá tøkan var uml. 73.000 tons í kruvdari vekt. Eftir at árliga framleiðslan frá føroysku alivinnuni í nøkur ár meira ella minni hevur staðið í stað, síggjast nú veruliga úrslitini frá teimum íløgum, sum eru gjørdar at ala størri smolt á landi. Alivinnan arbeiðir áhaldandi við at stytta um tíðina, sum alilaksurin er í sjónum, og ein styttri tíð á sjónum hevur við sær, at árliga tøkan kann økjast.

Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her. 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737