Handað Krøv Elektron 1
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Samráðingar um sáttmálan við Elektron byrjaðar

19. mai. 2025 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava handað hvørjum øðrum krøv í sambandi við komandi sáttmálasamráðingar

Mikudagin 14. mai hittust Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er yrkisfelagið hjá tryggingarfeløgum, fíggjarstovnum og KT-fyritøkum, til innleiðandi fund til tess at skipa komandi samráðingarnar.

Á fundinum settu partarnir fram síni krøv í sambandi við nýggja sáttmálan fyri Elektron.

Verandi sáttmáli gongur út 31. mai 2025, og samráðingarnar halda fram fríggjadagin 23. mai, tá ið næsti fundur er á skránni. Samráðingarleiðari fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag er Jórun Gardar.

Til ber at lesa meira um mannagongdir o.l. í sambandi við sáttmálasamráðingar her.

 

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios