Samskifti ávarar ímóti "ókeypis" faldarum

16. mai. 2013 | Áskoðan

Aftur í ár verða føroyskar fyritøkur lokkaðar at taka av tilboði um ókeypis faldara. Trupulleikin er bara tann, at einki her í verðini er ókeypis. Konseptið er einfalt. Danska fyritøkan, sum framleiðir faldararnar, skal bara hava ein lista við tínum veitarum "afturfyri". Hesir fáa so tað frálíka tilboðið at lýsa í tínum faldara – og her endar alt prát um "ókeypis".

Á markinum til blackmail

Sølufólkini hjá donsku fyritøkuni seta seg síðani – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. "Tað er jú tær at takka, at vit eru komin so langt, sum vit eru. Tí hava vit sett pláss av í okkara faldara, so tú eisini kanst fáa ágóðan av okkara suksé". Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Samskifti, vinnugreinafelagið hjá føroysku reklamuvinnuni, kennir dømi um, at veitarar eru vorðnir hóttir - óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga. Tí um man ikki vil vera við, hvat vil tín kundi ikki halda?

Methøgir lýsingaprisir

Lýsingaprísirnir eru methøgir. Frá smáum 8.000 kr. fyri lýsing í visittkortstødd til 35.000 kr. fyri eina heilsíðulýsing. Í hesum prísdøminum er tað fyri at lýsa í 2.500 faldarum, sum eingin trygd er fyri nakrantíð verða sendir út. Til samanberingar kostar ein heilsíðulýsing í landsdekkandi føroysku bløðunum tað sama, sum ein "visittkortlýsing" í 2.500 faldarum. Sostatt stendur lýsingavirðið á ongan hátt mát við kostnaðin.

Branding á útlendskum hondum

Fyri eina lítla fyritøku gerst ein slíkur faldari skjótt hornasteinurin í profileringini av fyritøkuni. Tí metir Samskifti eisini, at tað er skeivt at lata útlendskum sølufyritøkum uppgávuna at branda føroyskar fyritøkur. Hendan uppgávan eigur at liggja hjá føroysku samskiftisvinnuni, sum bæði kennir føroyska marknaðin og kundarnar. Harafturat er føroyska samskiftisvinnan altíð áhugað í langtíðar sambondum við føroyskar fyritøkur - og ikki í stuttskygdum sølutriksum.

Ein áheitan

Samskifti mælir føroyskum fyritøkum frá at lata seg lokka av slíkum tilboðum. Vit kunnu bert gera vart við, at einki er ókeypis. Peningaliga prísin gjalda undirveitararnir, sum afturfyri verða trýstir at lýsa. Hetta kann á ongan hátt vera til gagns fyri viðurskiftini millum samstarvsfelagarnar. Methøgu lýsingaprísirnir kunnu harumframt taka ein stóran part av tí, sum er sett av til marknaðarføring hjá smáum fyritøkum. Pengar, sum kunnu brúkast nógv betri og effektivari í samráð við føroysku samskiftisvinnuna.

Fleiri upplýsingar fáast hjá Niels Arge Galán, formanni í Samskifti, tlf. 794 166.

SAMSKIFTI

Niels Arge Galán, formaður

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Nú nýggja frítíðarárið er byrjað, eiga arbeiðsgevarar at leggja summarfrítíðina til rættis í góðari tíð

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Frítíð2026
  3. Ringbúskapur snýr seg eisini um kappingarføri

    Ringbúskapur kann gerast ein kappingarfyrimunur hjá fyritøkum, sum duga at gagnnýta tilfeingi betur og skapa nýtt virði úr avlopstilfari

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Loop Forum 1