Dansk Markedsføring Logo
Samskifti

Samskifti fingið limaskap í Dansk Markedsføring

01. september. 2025 | Tíðindi

Nú kunnu limir í Samskifti fáa enn fleiri ágóðar við sínum limaskapi

Felagið Samskifti hevur nú tryggjað sær limaskap í Dansk Markedsføring. Hetta merkir, at øll limafeløg í Samskifti fáa beinleiðis atgongd til eitt stórt fakligt netverk í Danmark og Norðurlondum.

Við hesum limaskapi fáa limir í Samskifti m.a.:

  • Atgongd til eitt sterkt fakligt netverk innan fyri marknaðarføring, samskifti, branding og talgilda strategi
  • Skeið, webinars, marknaðarframløgur og nýggjastu greiningar av miðlum og marknaðarákum
  • Møguleika at profilera fyritøkurnar gjøgnum Dansk Markedsføring og luttaka í virðislønum
  • Aðrar fyrimunir: Løgfrøðiliga hotline, ókeypis netverksfundir og seminar, umframt avsláttur á serstøkum skeiðum, ráðstevnum og miðlalýsingum

Michael Koba, formaður í Samskifti, heldur, at limaskapurin í Dansk Markedsføring er ein stórur fyrimunur fyri limirnar í Samskifti.

 “Vit fáa nú beinleiðis atgongd til vitan, netverk og faklig tiltøk, sum styrkja bæði føroyskar fyritøkur og okkara samleika sum vinnugrein”, sigur hann.

Næsta stóra fakliga tiltakið er ráðstevnan Digital Copenhagen 19. november, har limir í Samskifti longu nú kunnu tryggja sær bíligari atgongumerki.

Les meira um Dansk Markedsføring her.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3