Sansir FAG SEG 2026 2
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Sansir byggir landabásin á Seafood Expo Global 2026

06. januar. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í ár skal Sansir standa fyri at sniðgeva og byggja føroyska landabásin á Seafood Expo Global í Barcelona

Undan jólum varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sansir um føroyska landabásin á fiskavørumessuni í Barcelona.

Seafood Expo Global verður hildin í døgunum 21.–23. apríl 2026 og er heimsins størsta sølumessa innan fyri sjógæti. Føroyskar fyritøkur hava luttikið á messuni heilt frá byrjan og hava í nógv ár havt ein felags føroyskan landabás.


Frá vinstru: Tór Verland Johansen, Barbara Maria Lamhauge, Bára Gunnarsdóttir og Niels Winther

Føroyski landabásurin er 428 fermetrar til støddar. Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum samskipar føroyska básin, meðan Sansir hevur ábyrgdina av sniðgeving og uppsetan.

Við á føroyska landabásinum í 2026 verða hesar fyritøkur:

Bakkafrost, Enniberg, Hiddenfjord, JFK, Kósin, Landshandilin, Maresco, North Pelagic, Pelagos, PRG, Rainbow Seafood, Vaðhorn og Varðin Pelagic.

Umframt hesar 13 fyritøkurnar luttaka eisini fleiri aðrar føroyskar fyritøkur og persónar á Seafood Expo Global 2026, sum sostatt aftur í ár verður ein týðandi pallur at sýna føroyska sjógætisvinnu fram altjóða.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios