Mynd 1

Sáttmálasamráðingar við YTF byrjaðar

03. mars. 2025 | Tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag og yrkisfelagið YTF eru nú farin undir at samráðast um nýggjan sáttmála

Hósdagin í farnu viku handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum, síni krøv til nýggjan sáttmála fyri fíggjarstovnar og tryggingarfeløg.

Verandi sáttmáli gongur út 1. mai, og nú partarnir hava handað krøvini, verða samráðingarnar tiknar upp aftur mánadagin 10. mars, tá ið næsti fundur er á skránni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur útnevnt Jórun Gardar sum samráðingarleiðara.


Peningastovnar


Tryggingarfeløg

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3