Sáttmálasamráðingarnar byrjaðar

29. mars. 2016 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava handað krøv.

Á fundi í Vinnuhúsinum seinnapartin í dag hava Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini handað krøv síni til komandi sáttmálasamráðingar. Sáttmálarnir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og ávikavist Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ganga út 1. mai.

Samráðingarnar millum partarnar eru sostatt byrjaðar og halda fram í komandi viku, tá næsti fundur partanna millum er avtalaður.

Vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag luttaka umframt nevndina eisini formenninir í teimum fýra limafeløgunum í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá.

Til ber at lesa meira um mannagongdir o.l. í sambandi við sáttmálasamráðingar her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737