Sáttmálasamráðingarnar loknar

10. mai. 2010 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Báðir partar hava sagt ja til uppskotið frá semingsstovninum.

Semingsmenninir Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen løgdu leygarkvøldið semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, og báðir partar hava sagt ja til uppskotið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfestir, at lønarhækkingin 1. mai 2010 er kr 1,10 og frá 1. maj 2011 2,15. Eftirlønin hækkar við 0,3% 1. mai 2010 og við 0,5% 1. mai 2011. Hetta gevur ein samlaðan karm á 1,25% í ár og 2,37% í 2011.

Harafturat eru semjur gjørdar um onnur viðurskifti í sáttmálunum, m.a. eru partarnir samdir um ein sáttmála fyri fastlønt á fiskavirkjunum.

Hóast semingsuppskotið liggur høgt í mun til, hvat føroyskt vinna tolir í løtuni, metir nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, at semingsuppskotið samanumtikið mátti góðtakast. Útlitini til at fáa eitt betri úrslit eftir ein møguligan arbeiðssteðg vóru vánalig. Tað hevði verið at lagt stein oman á byrðu hjá føroyskari vinnu, at sagt nei til uppskotið, og soleiðis skula sett verkbann í verk.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios