Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini byrja beint eftir páskir.

02. apríl. 2012 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Samráðingarnar verða skipaðar við jøvnum samráðingarfundum millum partarnar inntil 1. mai, tá sáttmálin gongur út, og nýggjur skal koma ístaðin.

Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelg. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað er við hesar samráðingar, at karmurin verður fastlagdur. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni. Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men er hetta vanliga 2 ár.

Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur her á heimasíðuni lagt kunning um gongdina í eini vanligari samráðingartilgongd. Her verða eisini løgd tíðindi út, so hvørt okkurt nýtt er at frætta frá samráðingunum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737