Sáttmálin fyri flogskiparar longdur

17. apríl. 2018 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Sáttmálin gongur út 27. apríl á midnátt.

Fyrr í kvøld kallaði semingsmaðurin, Terje Sigurdsson, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya til fundar.

Semingsstovnurin metir, at eitt høvðusmál í samráðingunum millum partarnar ikki er nóg væl viðgjørt. Mett verður, at tað er neyðugt, at partarnir í felag viðgera henda spurningin neyvari, áðrenn samráðingar um nýggjan sáttmála halda fram.

Hetta verður gjørt við heimild í § 9, stk. 4 í lóg um semingsstovn, sum sigur at, “Semingsfólk kunnu krevja, at ávís stríðsmál vegna faktøkni ella ónøktandi samráðing verða viðgjørd fyri seg, antin undan semingsroyndini ella aftaná seming um høvuðsstríðsmálini. Semingsfólk kunnu áseta freistir fyri hesum.”

Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Hetta merkir samstundis, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki kann byrja fyrrenn leygardagin 12. mai.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737