Seinasta freist at melda til Vinnudagin 2011 er mikudagin

26. september. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo

Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 1. oktober.
Skráin fyri Vinnudagin 2011 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.
 Á skránni eru  fyrilestrar við Deiric McCann frá Profiles International, Sigvald Rist, stjóra í Lofotprodukt og føroysku Juannu Schrøter Joensen, sum er Ph.D. í búskaparfrøði og adjunktur á Handelshögskolan i Stockholm.
Aftur hesuferð verður spennandi kjak á skránni. Kjakið verður undir heitinum “Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag” og til at kjakast um hetta evni hava vit fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóra í BankNordik og Tummas Justinussen, stjóra í Supply Service. Kjakið verður stýrt av tveimum av okkara fremstu journalistum, Brynhild Thomsen og Una Arge.
Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Filmurin um Ársins Virkið 2010 sæst her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)